Nýggjan klædning?

Nýggjan klædning?

Broytingar í sethúsum eru mangan stórar og umfatandi íløgur.

Alsamt fleiri krøv verða sett privatari bygging, umbygging og umvæling. Hettar førir hetta við sær, at sethúsaánarar noyðast at hava størri og størri yvirlit í samband við slíkar stórar verkætlanir. Júst hetta er eisini galdandi, tá ið tað snýr seg um at skifta klædning.

 

Verður farið undir at skifta klædning ella aðrar líknandi verkætlanir, verður í stóran mun ein føst mannagongd fylgd. Hetta vil siga, at verkætlanin í høvuðsheitum fylgir nøkrum ávísum stigum, sum koma í fastari raðfylgu.

Niðanfyri er raðfylgja sett upp, sum stig fyri stig vísir, hvussu farið kann vera fram á skilagóðan hátt viðvíkjandi at skifta klædning á sethúsum og harvið tryggja besta úrslitið.

Les eisini um BK17: 1.januar 2017 kom nýggja bygningskunngerðin BK17 í gildi, sum m.a. hevur til endamáls at tryggja grøna bygging, orkusparing og heilsugott inniumhvørvi, og er sostatt at meta sum eitt kærkomið amboð til øll tey, sum t.d. ætla at byggja, umbyggja ella umvæla ein bygning.

Støðulýsing

Fyrsta stig á leiðini at skifta klædning er, at ein meting verður gjørd, har ið hugt verður eftir, um neyðugt er at skifta klædningin. Í hesum sambandi er vert at hava í huga, at klædningur á sethúsum í høvuðsheitum hevur tvey endamál.

  1. Fyrra endamálið við klædningi er, at hann er við til at skapa útsjóndina á sethúsunum. Í slíkum føri er útgangsstøði fyri at skifta klædningin tískil, at ein ynskir ein øðrvísi stíl.
  2. Seinna endamálið við klædningi er týdningarmiklari, nevniliga at hann verjir húsini móti veðri. Í slíkum førum er útgangsstøði fyri at skifta klædningin tískil møguliga, at verandi klædningurin er rotin, ella at húsini skulu bjálvast betur.

Ein munagóð støðulýsing tekur útgangsstøði í einstøku húsunum. Viðmælt verður, at ein tosar við fakfólk, ið hava servitan á økinum og eru von við at arbeiða við teimum krøvum, ið verða sett nýbygging, umvæling og umbygging, t.d. teimum krøvum, ið verða sett fram í BK17. Á hendan hátt tryggjar ein seg sjálvan og sína verkætlan.

Fakfólk kunnu kanna, um húsini hava tørv á betri bjálving og við støði í staðsetingini hjá húsunum, t.e. um tey veðurliga standa ábært ella ikki, geva góð ráð um hvat fyri slag av klædningi tey meta hóska seg væl til húsini. Til ber t.d. at velja millum timbur, eternit og alminium. Valið er eisini treytað av, um ein ynskir viðlíkahaldsfrían klædning ella ikki, um ein ynskir eina grova ella fína útsjónd o.s.fr. Síðst, men ikki minst, kunnu fakfólk eisini gera eina fíggjarliga meting av, hvussu  nógv einstaka verkætlanin væntandi fer at kosta. Á tann hátt fær ein upplýst, um tað fíggjarliga loysir seg at skifta klædningin.

Finn veitara

Verður eftir støðulýsingina komið til ta niðurstøðu, at verkætlanin við at fáa nýggjan klædning skal fremjast í verki, verður farið undir at leita eftir veitara, ið kann fremja verkætlanina. Ein góð og løtt loysn er tá at stovna sær brúkara her á www.veita.fo, ið er heimasíða, ið virkar sum sambindingarliður millum veitarar og útbjóðarar á føroyska marknaðinum. Tað er kostnaðarfrítt hjá øllum útbjóðarum at nýta hesa heimasíðu.

Eftir at hava skrásett seg sum útbjóðara á heimasíðuni, er næsta stig at stovna uppgávuna, ið ein hevur tørv á skal verða framd í verki – í hesum føri at skifta klædning. At stovna uppgávur á heimasíðuni er bæði lætt og ómakaleyst. Fleiri stig eru, ið hava til endamáls at lýsa uppgávuna so væl sum til ber. Ein verður vegleiddur gjøgnum alla tilgongdina, umframt at ein kann viðhefta fílur, ið enn neyvari megna at lýsa uppgávuna. Í samband við at skifta klædning kann talan t.d. vera um myndir av húsunum, tilfarslisti ella viðkomandi útrokningar. Eftir at uppgávan er stovnað, verður hon send til góðkenningar hjá heimasíðuni. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at uppgávan er nóg væl lýst. Tú frættir, tá ið uppgávulýsingin er góðkend, ella um fleiri upplýsingar eru neyðugar fyri at uppgávulýsingin kann verða góðkend.

 

Vit hava fakfólk, ið kunnu hjálpa tær, les meira her!

Útbjóðari

Sum útbjóðari er ikki neyðugt at leita eftir fyritøkum, ið kunnu loysa uppgávuna. Tað er nevniliga soleiðis, at eftir at uppgávan er stovnað og góðkend, sendir heimasíðan øllum veitarum, sum uppgávan er viðkomandi fyri, ein teldupost, sum boðar frá nýggju uppgávuni. Teir veitarar, ið eru áhugaðir og kunnu loysa uppgávuna, senda síðan sjálvir útbjóðaranum tilboð uppá uppgávuna, ið viðkomandi hevur stovnað. Møguleiki er sostatt fyri, at tú fært fleiri tilboð. Tú kanst velja tað tilboðið burturúr, ið tú metir hóskar best til tín tørv.

Legg til merkis, at tess betri lýsingin av uppgávuni er, tess størri er møguleikin fyri, at tú fært fleiri og nágreinilig tilboð frá veitarum.

Ymiskt er, hvussu long tíð gongur, frá tí at tú sum útbjóðari hevur stovnað eina uppgávu, til tú fært tilboð frá veitarum. Hetta er treytað av, hvussu nógv veitarar hava at gera. Tískil er tað altíð ein fyrimunur fyri teg, um tú stovnar uppgávuna í góðari tíð. Hetta tí, at veitarar tá fáa betri tíð at koma við tilboðum, umframt at tú harvið eisini fært betri tíð til at umhugsa tey innkomnu tilboðini.

Tað er ikki bindandi at stovna eina uppgávu, men viðmælt verður, at øll tilboð fáa svar. T.v.s. at tú eisini boðar veitarum frá, um tú ikki tekur av teirra tilboði. Um eitt tilboð nøktar tín tørv, verður tikið av tilboðnum umvegis heimasíðuna. Viðmælt verður at sáttmáli verðru undirskrivaður millum teg sum útbjóðara og veitaran.

Eftirmeting

Eftir at uppgávan er loyst, fært tú á heimasíðuni møguleika gjølla at eftirmeta veitaran, ið loysti tína uppgávu. Hetta er týdningamikil liður í tilgongdini, tí á hendan hátt kunnu onnur fáa ágóðan av tínum royndum við ávísum veitaranum, eins og tú á sama hátt fært ágóðan av royndum hjá øðrum útbjóðarum á heimasíðuni. Fyri at tryggja útbjóðarar á www.veita.fo so væl sum til ber, tilskilar heimasíðan sær at strika veitarar, um tað vísir seg, at teir ferð eftir ferð ikki megna at loysa uppgávur á nøktandi hátt. Henda mannagongd tryggjar eisini, at trúvirðið á heimasíðuni og veitarunum á henni framhaldandi verður varðveitt.

Les eisini: Hvussu fái eg besta tilboðið?