Facebook

Viðskiftatreytir

Viðskiftatreytir

Tá ið tú skrásetur teg hjá veita.fo, váttar tú at hava lisið og skilt viðskiftatreytirnar niðanfyri.

1. Um veita.fo

Sp/F Tilboð er høvuðsnavn felagsins. Veita.fo er hjánavn hjá felagnum.

Veita.fo er bindilið millum fyritøkur og kundar. Veita.fo heintar tilboð frá fyritøkum til kundan. Hevur kundin tørv á eini tænastu, kann tað á veita.fo fáa tilboð upp á hesa tænastu frá fleiri fyritøkum. Kundin lýsir gjølla sín tørv á veita.fo. Síðani hava fyritøkurnar umvegis veita.fo møguleika at koma í samband við kundan og geva tilboð uppá uppgávuna. Tá ið kundin hevur fingið eitt nøktandi tilboð, kann tað á veita.fo taka av hesum tilboði. At enda kann kundin geva fyritøkuni ummæli á veita.fo soleiðis, at aðrir kundar kunnu fáa ágóðan av royndunum hjá hesum kundanum við fyritøkuni.

3. Rættindi til broytingar

Veita.fo tilskilar sær rætt at broyta viðskiftatreytirnar uttan ávaring.

Veita.fo tilskilar sær rætt at broyta prísirnar við 7 daga varningi. Tílík broyting verður lýst á heimasíðuni.

6. Upplýsingar inntøppaðir

Sum viðskiftafólk á veita.fo bindir tú teg til at geva upp rættar, dagførdar og lógligar upplýsingar í sambandi við, at tú stovnar teg sum viðskiftafólk, at tú stovnar uppgávur og gevur boð upp á uppgávur, umframt tað skrivliga samskiftið við aðrar partar á veita.fo.

9. Tilboð

Tá ið ein fyritøka gevur einum kunda tilboð upp á eina uppgávu, skulu allar útreiðslur, ið eru tengdar at uppgávuni, vera sundurgreinaðar og síggjast í tilboðnum, herímillum tilfar og meirvirðisgjald. Fyritøkan bindur seg harumframt eisini til at útinna uppgávuna fyri kundan fyri tann prís, ið nevndur er í tilboðnum til kundan.

12. Kundatænasta

Skrásett viðskiftafólk  kunnu koma í samband við viðskiftatænastuna a veita.fo. Veita.fo leggur seg eftir at svara øllum, ið venda sær til veita.fo, innan fyri tríggjar arbeiðsdagar.

1.1 Gevið gætur:

Veita.fo er einans bindilið millum fyritøkur og kundar. Veita.fo tekur onga ábyrgd, um fyritøkur ella kundar mishalda avtalur sínamillum, eitt nú um kundin ikki rindar fyritøkuni, ella um kostnaðurin fyri eina tænastu gerst hægri enn avtala. Aðrar ósemjur kunnu eisini ímyndast millum fyritøkur og kundar, og hesar tekur Veita.fo heldur onga ábyrgd fyri.

Veita.fo mælir viðskiftafólkum á veita.fo til at gera greiða avtalu sínamillum, so eingin misskiljing verður, partanna millum.

4. Ábyrgdaravmarking

Veita.fo er ein online tænastu skipan hjá ávikavist kundum og fyritøkum og virkar sum bindilið millum teir.

Veita.fo hevur ikki ábyrgd av:

  • At upplýsingar, ið kundar og fyritøkur geva, eru rættar
  • At tilboð millum kundan og fyritøkuna verða goldin og framd
  • Vøru- ella tænastukeypi millum kunda og fyritøku
  • At avtalur millum kunda og fyritøku verða hildnar
  • Fíggjarligum tapi hjá kunda og fyritøku fyri at nýta veita.fo
  • Óhepnum støðum vegna mistak í forriti til skipanina ella brek á heimasíðuni ella vevambætaranum.
  • Force majeure tilburðir ella aðrir tilburðir, ið veita.fo onga ávirkan hevur á.

7. Teldupostfráboðan

Viðskiftafólk hjá veita.fo fáa sjálvvirkandi teldupost, tá ið eitthvørt serligt hendir í  skipanini. Veita.fo rindar útreiðslur í sambandi sjálvvirkandi teldupost.

10. Ummæli

Ummæli er ein av grundarsteininum hjá veita.fo. Í nógvum førum eru ummæli avgerandi fyri, hvøjra fyritøku kundin velur til eina uppgávu. Kundar , ið hava tikið av einum tilboði frá einari fyritøkuá veita.fo,  kunnu geva hesum veitara ummæli. Ummæli verður greinað í ymsar flokkar og fevna frá 1 stjørnu til 5 stjørnur, umframt møguleikan at gera viðmerkingar.

Kundar kunnu bert ummæla ein veitara, um kundi á veita.fo hevur kunnað um, hjá hvørjum fyritøku hann hevur tikið av tilboði, og hvat prísurin er. Fyri hvørja veiting kann kundin gera eitt ummæli.

Veita.fo átekur sær onga ábyrgd fyri ummælum og viðmerkingum hjá viðskiftafólki. Tað er á ongan hátt loyvt fyritøku at rætta í ella villleiða ummælini. Hetta fevnir eisini um at stovna falska vangamynd til at brúka følsk ummæli ella beinleiðis at biðja kundar um ummæli til sín fyrimun. Veita.fo tilskilar sær rættin at steingja vangamyndina hjá fyritøku, um mett verður, at viðkomandi veitari hevur roynt at rætta í ella villeiða ummæli.

13. Trygd

Veita.fo vil tryggja, at dátur, sum viðskiftafólk hava latið frá sær á heimasíðuni ikki verður misnýtt ella falla í skeivar hendur. Veita.fo kann tó ikki átaka sær ábyrgd fyri óvæntaðum hendingum orsakað av force majeure tilburðum, teldusníkum, “Denial of Service” álopum ella orsakað av møguligum brekum við forritinum til skipanina, ið kunnu seta trygdina í vanda á tí vevambætara, har dátur liggja goymdar.

Øll loyniorð verða goymd í bronglaðum frymli í dátagrunninum

2. Orðagreining

Nøkur serliga týðandi orð, ið ganga aftur í viðskiftatreytinum hjá veita.fo. verða greinað her. Tey eru:

  • “Veita.fo” ella “vit”: Er fyritøkan og persónarnir, ið eiga og reka skipanina veita.fo.
  • “Kundi”: Er persónur ella virki, ið hevur tørv á eini tænastu, og tí nýtir skipanina til at heinta inn tilboð frá fyritøkum.
  • “Fyritøka”: Eru einstaklingar ella virkir, ið nýta veita.fo til at finna uppgávur.
  • “Viðskiftafólk ”: Er felagsheiti fyri kundar ella fyritøkur, ið eru skrásett á veita.fo
  • “Uppgáva”: Er heitið á lýsingini, ið kundi hevur greitt frá og tørv á.

5. Data og politikkur

Veita.fo er ein online tænastu skipan hjá ávikavist kundum og fyritøkum og virkar sum bindilið millum teir.

Veita.fo hevur ikki ábyrgd av:

  • At upplýsingar, ið kundar og fyritøkur geva, eru rættar
  • At tilboð millum kundan og fyritøkuna verða goldin og framd
  • Vøru- ella tænastukeypi millum kunda og fyritøku
  • At avtalur millum kunda og fyritøku verða hildnar
  • Fíggjarligum tapi hjá kunda og fyritøku fyri at nýta veita.fo
  • Óhepnum støðum vegna mistak í forriti til skipanina ella brek á heimasíðuni ella vevambætaranum.
  • Force majeure tilburðir ella aðrir tilburðir, ið veita.fo onga ávirkan hevur á.
  1.  Persónsdáta og persónsdátupolitikkur

Sum treyt fyri at gera avtalu við veita.fo tørvar okkum hesar upplýsingar:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost adressu

Tínar persónsupplýsingar verða skrásettar við tí endamálið at veita tær vøruna.

Persónsupplýsingarnar verða skrásettar hjá Sp/F Tilboð og goymdar í fimm ár og verða síðan fyribeindar.

Tá ið persónsupplýsingar verða innsavnaðar á okkara heimasíðu, verður staðiliga tryggjað, at tú smatykkir, soleiðis at tú neyvt fært at vita, hvørjar upplýsingar verða innsavnaðar og hví.

Stjórin og starvsfólkini hjá veita.fo hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar um teg.

Dátuábyrgdari á veita.fo er Sp/F Tilboð.

Ábyrgd av trygdini í skipanini og datagrunninum har alt data um kundan verður goymt er okkaa KT veitari Upplýsingar, ið eru givnar veita.fo verða á ongan hátt givnar ella seldar víðari til triðjamann, og vit skráseta heldur ikki viðkvæmar upplýsingar um persónar.

Tá ið tú ert skrásettur hjá Sp/F Tilboð, hevur tú altíð rætt til at mótmæla hesi skrásetan. Tú hevur eisini rætt til innlit í, hvørjar upplýsingar vit hava skrásett um teg. Henda rætt hevur tú sambært persónsupplýsingarlógini. Vilt tú hava innlit, skalt tú seta teg í samband við Sp/F Tilboð við  telduposti info(a)veita.com.

 

Cookies

Á veita.fo verða cookies nýttar við tí endamáli at fáa virkisførið á heimasíðuni at virka so væl sum til ber og gera tína vitjan so lætta sum til ber.

Tú kanst altíð strika cookies av telduni. Hvussu tað verður gjørt, veldst um browsaran,  tú brúkar.

 

Gerðalisti og hagtøl

Vit nýta eina hagfrøðiliga skipan, ið savnar hagtøl inn frá gerðalistanum á veita.fo.  Hesi hagtøl kunnu m.a. geva okkum ein hagfrøðiliga mynd av, hvussu nógvar vitjanir heimasíðan hevur, hvaðan tey koma og hvar á heimasíðuni tey rýma.

Henda hagfrøðiliga skipanin og gerðalistin verða einans nýtt við tí endamáli at menna veita.fo á bestan hátt.

Veita.fo skrásetir dátur, tá ið viðskiftafólk verður stovnað sum kundi ella fyritøka, og eisini tá ið uppgávur verða stovnaðar. Dátur verða eisini skrásettar, tá ið viðskiftafólk nýta heimasíðuna til at skriva boð, bjóða upp á uppgávur, skriva til okkara veitarar, og ummæli verður givið veitarum. Veita.fo fer ongantíð at selja hesar skrásetingar til triðjamann. Kortini eru partar av hesum dátum tøkar hjá viðskiftafólkum, sum eru ið skipanini.

Upplýsingar, ið liggja frammi fyri vitjandi á heimasíðuni, sum ikki eru innritað á teirra kontu:

  • Upplýsingar um 5 tær seinastu uppgávur, tó ikki persónsupplýsingar.
  • Uppgávu heiti
  • Kostnaðarmeting
  • Dagfestingar, nær uppgávur skulu verða gjørdar
  • Nær ein uppgáva er stovna
  • Ymiskar upplýsingar um veita.fo

Sjónligar upplýsingar til vitjandi á heimasíðuni, sum eru ritað inn á sína kontu:

  • Somu upplýsingar, sum tá ið viðskiftafólk ikki er ritað inn á sína kontu
  • Fyrispurningar til okkara veiting og svarið til teir
  • Boð, ið eru send millum kunda og fyritøku
  • Boð upp á uppgávur
  • Upplýsingar um, hvussu og hvar samband fæst við viðskiftafólk.

Upplýsingar, sum verða skiftar, tá ið viðskiftafólk skiftir sínar kontaktupplýsingar:

  • Navn á útbjóðarum
  • Navn á veitaranum
  • Telefonnummar hjá brúkaranum
  • Teldupostadressa hjá viðskiftafólki

8. Upplýsingar um samband

Upplýsingar um samband merkir upplýsingar, ið kunnu hava við sær at viðskiftafólk verður eyðmerkt. Upplýsingar um samband hjá kunda og vfyritøkum verða skiftar ígjøgnum teldupost, tá ið kundar taka av tilboði hjá fyritøku, ella tá ið fyritøkur gera funkuna “Kann eg síggja uppgávuna” virkna.

Upplýsingar um samband kunnu eisini spjaðast við boðum, ið brúkarar senda sínámillum.

11. Boð

Høvuðshátturin at samskifta millum kundar og fyritøkur er at senda og mótaka boð. Oftast verða boð nýtt hjá fyritøkum til at koma í samband við kundar hvørs uppgávu fyritøkur kunnu útinna. Kundar hava síðani møguleikan at svara hesum boðum í skipanini.

14. Trygt samskiftið

Veita er trygg at nýta

Tínar uppgávur, tilboð samskifitð o.a. er bronglað (krypterað). Hetta merkir, at eingin annar enn tú kann fáa atgongd til tínar upplýsingar. Sum ein eyka trygd verður Veita eisini eftirkannað árliga av uttanhýsis trygdarserfrøðingi.

Bert tú hevur atgongd

Á Veita nýtir tú tína teldupost adressu og eitt loyniorð. Hetta tryggjar, at onnur ikki fáa atgongd til tín profil. Alneyðugt er tó, at tú ikki avdúkar títt loyniorð fyri øðrum.

Í mun til samskifti við vanligum telduposti, er alt samskifti á veita.fo bronglað. Óviðkomandi kunnu tí ikki síggja skjøl og upplýsingar, ið verða sendar aftur og fram.

Viðgerð av upplýsingum

Tilboð Sp/f, sum varir av Veita-skipanini, er bundið at persónsverndarlógini og trygdarkunngerðini – og fylgir altjóða standardi um KT-trygd. Hetta merkir m.a. at starvsfólk ikki hava heimild á nakran hátt at viðgera persónsupplýsingar uttan samtykki. Starvsfólk og undirveitarar hjá Veita hava eisini treytaleysa tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um viðurskifti hjá viðskiftafólkum, sum tey fáa kunnleika til.

Tínir upplýsingar, uppgávur, tilboð og samskiftið liggja trygt

Veita skipanin liggur í tryggum rakstrarumhvørvi, har fysisku karmarnir lúka altjóða trygdarkrøv. Trygdaravrit verður tikið av skipanini dagliga. Avritið verður varðveitt á tryggum stað. Sum ein eyka trygd, verður spegling av rakstrarumhvørvinum framd regluliga. Um rakstrarumhvørvið av onkrari óhugsandi orsøk skuldi farið fyri skeyti, so finst til eina og hvørja tíð eitt eyka eintak av rakstrarumhvørvinum.