Tá ið skaðin rakar

17 apríl, 2018

 Øll kunnu vera rakt av skaðum, bæði privatfólk og fyritøkur. Er talan um tryggingarskaða,  er tað altíð gott, at ein frammanundan hevur sett seg inn í, hvussu ein skal bera seg at í eini skaðatilgond. Um hetta er gjørt, verður  skaðatilgongdin nevniliga munandi lættari at koma ígjøgnum.

 

Hjá Betri Trygging fylgja kundar einari fastari mannagongd, tá ið teir verða raktir av einum tryggingarskaða í heiminum. Niðanfyri verður greitt frá hesi mannagongdini. Dentur verður  lagdur á mannagongdina hjá privatkundum. Ljós verður eisini varpað á ymiskar møguleikar og skyldur, sum privatkundarnir hava í sambandi við tryggingarskaða í heiminum.

 

Tá ið skaðin hendir

Um tú ert til staðar, tá ið ein tryggingarskaði hendir í heimi tínum, so er tað týdningarmikið, at tú beinanvegin fyribyrgir, at skaðin gerst størri.  Harumframt er tað týdningarmikið, at tú staðfestir orsøkina til skaðan. Bein ikki skaddar lutir burtur! Um møguleiki er fyri tí, er tað gott, um tú tekur myndir av skaðanum, ið kunnu nýtast sum skjalprógv. Tak nakrar myndir so skjótt, sum tú varnast skaðan og síðan aftur, tá ið tamarhald er fingið á skaðanum! Myndirnar kanst tú síðan senda Betri Trygging saman við tínari skaðafráboðan.

 

Boða frá skaða

Tað er týdningarmikið, at tú boðar frá øllum skaðum so skjótt sum til ber. Hetta er eisini galdandi, um talan er um ein lítlan skaða og tørvur sostatt ikki er fyri bráðfeingis hjálp. Tess skjótari tú boðar frá skaðanum, tess skjótari fært tú hjálp. Tú kanst boða frá skaðanum á ymiskar hættir. Tú kanst t.d. ringja til Betri Trygging, senda  bræv ella fara inn á deildirnar kring landið. Tað er eisini lætt og ómakaleyst at boða frá skaða á heimasíðuni hjá Betri Trygging, sí her.


Sum nakað nýtt
 – Hevur Betri Trygging eisini ment eina app, sum tú kanst finna undir heitinum “Trygging”,  har, ið tú vanliga heintar appir.
– Hendan appin er ókeypis at heinta og hevur til endamáls at gera tað lættari hjá tær at samskifta við Betri Trygging.
– Tað er lætt at nýta appina til at boða frá skaða, tí tú m.a. sleppur undan at útfylla persónligar upplýsingar s.s. navn og bústað.
– Við appini er tað eisini lætt at taka mynd upp frá tínari fartelefon, umframt at hon vísir tær eitt savnað yvirlit yvir tínar tryggingar.

So skjótt sum skaðin er fráboðaður og stovnaður, kann Betri Trygging fara undir at viðgera hann. Í nøkrum førum vera sýnsfólk send út at sýna skaðan. Um tað verður staðfest, at skaðin er fevndur av tryggingini, verður ein kostnaðarmeting send. Tá ið hetta er gjørt, kann tryggingartakarin fáa skaðan umvældan. Tað er týdningarmikið at fáa skjalprógv og rokning upp á allar umvælingarnar. Í sambandi við smáar skaðar verður kundin ofta sjálvur biðin um at koma við eini kostnaðarmeting, sum skal fevna um allar útreiðslurnar til arbeiðið. Kostnaðarmetingin skal síðan verða góðkend av starvsfólki hjá Betri Trygging.

 

Stórur og átrokandi skaði

Er talan um ein stóran og átrokandi skaða, so hevur Betri Trygging eina skaðatænastu.

Skaðatænastan traðkar einans til, tá ið kundin hevur brúk fyri bráðfeingis hjálp. Dømi um slíkar støður er t.d. tá ið talan er um eldskaðar, roykskaðar, stormskaðar og stórar vatnskaðar. Verður mett, at skaðin er umfataður av hesum, so kann skaðatænastan koma á staðið beinanvegin og hjálpa til frá byrjan til enda í tilgongdini.

 

At finna veitarar

Ofta er torført at finna veitarar, ið kunnu átaka sær at umvæla tryggingarskaðan. Betri Trygging góðtekur allar veitarar, sum eru mvg og v-tals skrásettir. Júst hetta er eisini krav fyri allar fyritøkur, sum ynskja at skráseta seg sum veitarar á www.veita.fo.

Til ber at senda Veita góðkendu kostnaðarmetingina, soleiðis at Veita kann innheinta tilboð ella finna eina fyritøku, sum kann átaka sær at umvæla skaðan fyri skaðarakta kundan. Umráðandi er, at kundin vendir sær til Betri Trygging, áðrenn umvælingin verður framd, um tað vísir seg, at kostnaðarmetingin ikki heldur ,og arbeiðið sostatt verður dýrari enn mett var.

Les meira um eina slíka tilgongd við at trýsta her.