Lat okkum lýsa uppgávuna fyri teg!

Okkara byggifrøðingur prátar við teg um tínar ætlanir og dreymar. Vit hjálpa tær at lýsa tínar ætlanir og útvega tær tvey tilboð

Prísur úr einans 1.500 Kr.  Vit tryggja tær tvey tilboð ella pengarnar aftur!

Ókseypis?  –> Stovna og lýs uppgávuna sjálv/ur.  Tó kunnu vit tryggja tær 2 tilboð innan 2 vikur fyri einans Kr. 150,- pr/tilboð 

Vit bjóða ymiskar tænastur í samband við uppgávur tygara, sí meira niðanfyri! 

Allir prísir eru við MVG

Prísur 1.500 Kr.

  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Byggifrøðingur setur seg í samband við teg umvegis telefon, og ger eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit tryggja tær tvey tilboð ella pengarnar aftur

Prísur 2.500 Kr.

  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir og dreymar
  • Vit gera eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit tryggja tær tvey tilboð ella pengarnar aftur

Prísur 4.000 Kr.

  • Vit útvega tær eina kostnaðarmeting
  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Okkara byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir og dreymar
  • Vit gera eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit hava ein ástaðarfund við fyritøkurnar um neyðugt
  • Vit tryggja tær tvey tilboð ella pengarnar aftur

Prísur 8.000 Kr.

  • Vit útvega tær eina kostnaðarmeting
  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Okkara byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir og dreymar
  • Vit gera eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit hava ein ástaðarfund við fyritøkurnar um neyðugt
  • Vit tryggja tær tvey tilboð ella pengarnar aftur
  • *Vit hjálpa tær, at útfylla ein skrivligan sáttmála sum er millum teg og fyritøkuna.

*Endamálið við sáttmálanum er at geva tær og fyritøkuni høvi til at gjøgnumganga uppgávuna fyri síðan at gera eina skrivliga avtalu. Ein gjøgnumgongd av uppgávuni, saman við tí skrivligu avtaluni, er við til at betra um møguleikarnar fyri at arbeiðsgongdin og tað endaliga úrslitið verða nøktandi fyri báðar partar

Umsókn um orkulán, Lønsemisútrokningar

  • Prísur úr 1.390 Kr. fyri eitt átak, 350 kr fyri fleiri. átøk.

 

  • Eru húsini ótøtt og brúka lutfalsliga nógva orku, ber ofta til at endurbjálva o.a., uttan
    at gjalda meira til fastar útreiðslur hvønn mánað. Hetta kemst av at sparingin, í
    nógvum førum, er so mikið høg, at pengarnir kunnu brúkast til at rinda til eitt orkulán
    – ístaðin fyri til orku. Vilt tú vita hvussu væl ein umvæling kann løna seg fíggjarliga,
    kanst tú bíleggja eina lønsemisútrokning.

( :: vit gera eitt yvirlit yvir tilfar sum vit mugu hava sendandi, áðrenn vit taka eina uppgávu inn. Um
okkurt manglar, t.d. tekningar/skitsur, konstruktiónslýsingar ella berokningar av U-virðum, bjóða vit
okkum at gera tað fyri nærri upplýsta upphædd).

Kanning

Eftir vitjanina ert tú betur før/ur fyri at taka støðu til hvussu tú vilt raðfesta møguligar
ábøtur á húsini.

Prísur úr 1.390 Kr.

Tú fært vitjan av einum byggiserfrøðingi við drúgvum royndum og dagførdum útbúgvingum innan
byggi- og orkutøkni, fuktviðurskiftum og inniklima.

  • Serfrøðingurin vitjar í uml. 1 tíma og kannar húsini frá kjallara til loft, saman við tær og møguliga
    øðrum tú ynskir skulu vera til staðar, við atliti til byggihátt og orkunýtslu, umframt møguligar
    (brá)neyðugar ábøtur. Kunnað verður um mynduleikakrøv samb. bygningskunngerðini BK17.
  • Hevur tú ávísar trupulleikar ella ivamál, kann serfrøðingurin laga vitjanina til, so hon í størri mun,
    snýr seg um aktuellu støðuna tú stendur í. Serfrøðingurin kann t.d. taka fuktroyndir og innleiðandi
    sopparoyndir, um tú hevur illgruna um sopp.
  • Alt samskifti er munnligt, men skrivlig frágreiðing kann bíleggjast fyri aðrar 1390 kr. v/mvg.

Talan er um eina kanning, sum oftast skapar fleirfalda virði, í mun til hvat kanningin
kostar. Tú fært nógv at vita um hvussu tú sleppur undan at taka skeivar avgerðir frá
byrjan og fært samstundis eina góða ábending um møguligar orkusparingar, sum
kunnu vera við til rinda fyri íløgur í húsini.

Gevið gætur:  Vit ynskja at hjálpa øllum!

Dugir tú illa við teldum og internetinum?  Vælkomin at ringja +298 55 44 00, so kunnu vit práta um tín tørv.

 

Bílegging kann gerast við at útfylla frymilin niðanfyri, og trýsta á send.