ÆTLAR TÚ AT BYGGJA ?
22 februar, 2021Sethúsabygging er stór verkætlan,
sum krevur, at ein setur seg væl inn í ymisk viðurskifti, áðrenn ein fer í gongd. Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at allar mannagongdir verða fylgdar á rættan hátt. Og fyri at endaliga úrslitið verður so gott sum til ber. Les her og fá innlit í eina byggivegleiðing og góð ráð.
Í Tórshavnar kommunu hava tey orðað eina almenna byggivegleiðing til øll teirra, sum ætla sær undir at byggja eini sethús í kommununi. Hetta hava tey gjørt til tess at lætta um tilgongdina, ið skjótt kann tykjast at vera drúgv. Marius Müller, ið er útbúgvin byggifrøðingur og starvast sum deildarleiðari á byggi- og umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu, hevur verið við í hesum arbeiðinum. Harumframt var hann eisini við í verkætlanarbólkinum, sum orðaði bygningskunngerðina BK17. Sostatt veit Marius Müller alt um, hvat ið ein sum privatpersónur skal hugsa um, áðrenn og meðan ein byggir sethús í Tórshavnar kommunu.
Áðrenn sethúsabygging og bygging annars
Sambært Mariusi Müller verður viðmælt, at ein fer til eina innleiðandi samrøðu við byggimyndugleikan, t.e. kommununa, um ein ætlar sær at byggja eini sethús. Hendan samrøðan kann vera so skjótt ein hevur keypt grundstykki, soleiðis at ein beinanvegin kann fáa at vita, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri økið, har ið ein fer at byggja, t.d. ásetingar í BK17, øðrum byggisamtyktum og tinglýsingum í skeytinum. Í BK17 verður lagt upp til, at ein fær sær ein skikkaðan ráðgeva til sethúsabygging, og royndirnar hjá byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu vísa, at best er, um hesin ráðgevin er við til innleiðandi samrøðuna. Til ber eisini at hava fleiri innleiðandi samrøður, t.e. 1) áðrenn tað verður projekterað, 2) tá skitsuprojektið er liðugt og 3) seinni, tá ið ymiskir spurningar stinga seg upp, t.d. brunatekniskir spurningar.
Neyðugt er eisini at seta seg væl inn í, hvørjar tekningar og upplýsingar annars skulu vera við sum fylgisskjøl í eini umsókn um byggiloyvi. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu ber t.d. til at síggja eitt yvirlit yvir tilfarið, sum tey áseta skal vera við í eini umsókn:
-
Avrit av skeyti við ásetingum og møguligum servituttum.
-
Á øllum tekningum skal verða tekningshøvd við upplýsingum um, hvør hevur teknað við dagfesting.
-
Tekningar skulu vera í vanligum mátlutfalli; tað er 1:5, 1:10, 1:20, 1:50, 1:100, 1:200, 1:500, 1:1000 ella annað mátlutfall, sum byggimyndugleikin kann góðtaka.
-
Tekningar skulu hava øll neyðug mát og í minsta lagi høvuðsmát.
-
Tilfarslýsing skal vera, og kann hetta t.d. vera á skurðum og sertekningum.
-
Har orkukarmur er ásettur, skal orkutørvurin verða roknaður við forritinum Be 10, sum er partur av “SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.
-
Upplýsast skal, um verkætlanin stríðir móti ásetingunum í byggilógini, byggikunngerðini, byggisamtyktum, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Um so er, skal umsóknin fevna um grundaða umsókn um frávik frá ásetingunum.
Hvør kann vera ráðgevi?
Byggimyndugleikin kann ikki krevja, at sethúsabyggjarar fáa sær ein skikkaðan ráðgeva. Kortini er tað soleiðis, at BK17, 1.2.1, stk.4 ásetur, at tá ið tað snýr seg um skjalprógv fyri brunatekniskari ætlan og innleggingum, váttan frá landmátara, frágreiðing um jarðfrøðiligu viðurskiftini, skjalprógv fyri bygningskonstruktiónir (statik) o.a., so skal hetta vera gjørt av einum ráðgeva, sum hevur førleika til at savna og samskipa skjalprógvanina ella játtanina, soleiðis at hendan verður ein heild. Í almennu byggisamtyktini kap. 1, §3 stk. 4 stendur harafturat soleiðis:
Tekningar og útrokningar skulu verða gjørdar av fólki, sum hava førleika til tess, arkitektum, byggifrøðingum, verkfrøðingum, teknikarum ella øðrum, sum byggivaldið heldur hava nóg góðan kunnleika til tess, og tekningar og útrokningar teirra skulu lúka tey krøv, ið vanliga verða sett til tekniska projektering.
Hetta skal tó ikki skiljast á tann hátt, at tað ikki longur er møguligt at byggja síni egnu hús. Ongar ásetingar eru, sum krevja, at arbeiðið skal vera gjørt av góðkendum fakfólki – undantikið el-innleggingar og statiskar útrokningar, sum hava ásetingar í aðrari lóggávu.
Sýna byggingina
Tá ið húsini eru liðug bygd, er tað sambært Mariusi Müller týdningarmikið, at tey, ið byggja, boða kommununi frá, at byggingin er liðug. BK17, 1.6 ásetur nevniliga, at tey, ið byggja, hava skyldu at boða kommunui frá, tá ið byggingin er liðug, soleiðis at byggingin kann vera sýnað.
Harumframt er tað ásett í byggilógini §17 um nýtsluloyvi, at tað, ið bygt, umbygt, umvælt ella broytt verður, kann ikki takast í nýtslu, fyrr enn kommunala byggieftirlitið hevur staðfest, at bygningurin lýkur ásetingar í hesi lóg og ásetingar, ásettar við heimild í hesi lóg og treytir, ásettar í byggiloyvinum við heimild í góðkendari byggisamtykt ella við heimild í hesi lóggávu. Um alt er í lagi, so verður nýtsluloyvi útskrivað, og bygningurin kann vera tikin í nýtslu. Manglar okkurt smávegis, so kann nýtsluloyvi vera latið við treytum um, at hetta verður fingið í rætt lag innan eina ávísa tíðarfreist. Manglar okkurt týðandi, so verður nýtsluloyvi ikki latið, fyrr enn hetta er fingið í rættlag.
Umframt hetta
Umframt hetta, so ásetur BK17, 1.4, at kommunali byggimyndugleikin kann krevja at fáa boð um tey ymisku stigini í byggingini, soleiðis at byggimyndugleikin hevur møguleika at hava betri eftirlit við byggingini í tann mun, kommunali byggimyndugleikin ynskir hetta. Í Tórshavnar kommunu verður t.d. oftað skrivað í byggiloyvi, at kommunan skal sýna og góðkenna planering, kloakk áðrenn tyrvt verður, eldverjuveggir o.a. Gev tær tískil far um, nær og um tín kommuna ynskir at sýna ymisk stig í byggingini. Hesi sýnini eru týdningarmikil, tí staðfestir byggimyndugleikin, at byggingin ikki er í samsvar við ásetingar í lógini, reglur, sum eru ásettar við heimild í lógini ella byggiloyvi, so skal kommunala byggieftirlitið geva eigaranum boð um at fáa hesi viðurskifti í rættlag innan ávísa tíðarfreist.
Les eisini Kunning um uppgávulýsing
Ynskir tú at vita meira?
Um tú ynskir at vita meira um, hvat tilfar tú skalt lata inn saman við umsókn um byggiloyvi í Tórshavnar kommunu, so trýst her (leinkja: Bústaður og bygging
Um tú ynskir at fáa eina betri fatan av byggilógini, so kann hon lesast her – leinkja: Løgtingslóg – at byggja bygningar o.a.
Um tú ynskir at fáa ein betri fatan av bygningskunngerðini, BK17, so kanst tú lesa eina innleiðandi grein um kunngerðina, ið gevur tær eina heildarfatan av henni her (leinkja). Bygningskunngerðin liggur eisini á netinum, og til ber at lesa hana her (leinkja: Bygningskunngerðin. Landsverk hevur latið kunngerðina prentað sum bókling, ið er settur upp á ein einfaldan og lættlesiligan hátt. Vend tær til Landsverk, um tú hevur hug at keypa eitt eintak.
Myndatekstur: Soleiðis ber til at seta eina ætlan fyri sethúsabygging í Tórshavnar kommunu upp á ein einfaldan og týðiligan hátt. Kelda: Marius Müller