GRØNAR ORKUKELDUR

24 apríl, 2018
GRØNAR ORKUKELDUR

Seinastu árini hevur eitt rák tikið seg upp, har ið fólk gerast meira og meira varug við ta ávirkan, sum dálkandi orkukeldur hava á eitt nú umhvørvið.

Tilvitið førir við sær, at áhugin fyri varandi orkukeldum alsamt økist. Hetta hendir, samsundis sum at menningin innan varandi orkukeldur gongur við rúkandi ferð.

 

Helma Maria Tróndheim
Helma Maria Tróndheim er 24 ára gomul, og hon tók prógv sum orku- og umhvørvisverkfrøðingur á Fróðskaparsetrinum í 2016 og fyrr í ár tók hon prógv sum sivilverkfrøðingur í orkutøkni við sergrein í elskipanum og háspenningi á universitetinum í Aalborg. 

Niðanfyri greiðir Helma Maria Tróndheim frá ymiskum viðurskiftum, sum eru góð at hava í huga hjá sethúsaeigarum, sum umhugsa at nýta grønar orkukeldur

 

Grønar loysnir innan hiting

Innan hiting er tað í løtuni hjá privatum húsarhaldum møguleiki at velja millum fleiri varandi orkukeldur í staðin fyri oljufýring. Hesar grønu orkukeldurnar dálka minni, men eru ofta ein kostnaðarmikil íløga. Tó er vert at hava í huga, at íløgan vanliga verður spard innaftur eftir nøkrum árum. Hvussu nógv ár skulu til, áðrenn ein sparir íløguna inn aftur, er treytað av oljuprísinum. Tess hægri oljuprísurin er, tess skjótari sparir ein íløguna innaftur.

Tey flestu húsarhaldini, ið ynskja sær eina grøna loysn, fáa sær hitapumpu. Mett verður, at tað í løtuni eru eini 1000 húsarhald í Føroyum, ið nýta hitapumpu. Av tí at hitapumpur nýta el sum hjálp at framleiða hita, verða tær einans flokkaðar sum varandi orkukelda, um sjálv elframleiðslan eisini er grøn. Grundleggjandi ber til at siga, at til ber at velja millum trý sløg av hitapumpum:

  • Luft-til-luft hitapumpur eru tær bíligastu hitapumpurnar, tá ið hugsað verður um íløguna. Hesar hitapumpur taka hitan úr útiluftini og blása heita luft inn.

  • Luft-til-vatn hitapumpur liggja í miðjuni, tá ið hugsað verður um prís á íløguni. Tær taka hitan úr luftini og hita vatnið í húsinum, sum síðan fer til ovnar, gólvhita og heitt vatn.

  • Jørð-til-vatn hitapumpur eru dýrasta loysnin, tá ið hugsað verður um prísin á íløguni. Hesar hitapumpurnar útnytta hitan í jørðini til at hita vatnið í húsinum við.

Umframt hitapumpur ber eisini til at hita sethús við sól- og vindorku. Hesar loysnirnar eru ikki eins nógv nýttar sum hitapumpurnar. Sambært fólkateljingini Manntal í 2011 vóru tað tá einans 6 húsarhald kring alt landið, sum høvdu sól- ella vindorku sum sína høvuðskeldu til hita. Helma Maria Tróndheim leggur aftrat, um fleiri húsarhald eftirfylgjandi hava valt hesa loysnina, ber ikki til at siga.


Onnur atlit

Grønar orkukeldur loysa ikki allar trupulleikar Helma Maria Tróndheim. Ynskir tú sum sethúsaeigari at koma bíligast ígjøgnum eitt orkuskifti til grøna upphiting er neyðugt fyrst at syrgja fyri, at tú hevur so lágan tørv á upphiting sum møguligt. Tá verður íløgan í grøna hitaskipan samsvarandi eisini lægri, samstundis sum hitaskipanin tá er úrslitabetri. Í hesum sambandi vísur Helma Maria Tróndheim á fyritøkuna Byggitrygd.

Byggitrygd arbeiðir út frá einum orkuvarða, sum var mentur í sambandi við aljóða umhvørvisavtaluna hjá ST í Japan í 1997.  Við støði í orkuvarðanum leggur Byggitrygd fyrst og fremst stóran dent á, at sethúsaeigarar í sambandi við viðlíkahald, orkuumvælingar ella umlegging frá olju til aðra orkuskipan sum tað fyrsta eiga at taka støðu til endurbjálving. Gjóstur, ójavnur hiti, køld gólv o.a. eru tekin um, at sethúsini brúka ov nógva orku til upphiting. Í slíkum førum ber til at fáa eini betri og haldførari sethús við at bjálva rætt og væl. Sum sethúsaeigari fært tú tá eini sunnari hús, lægri orkurokning og betri inniluft.  Harumframt sleppur tú tá undan at rinda fyri orku, sum einans seyrar út millum rivur og vánaligar samankomingar.

Orkuvarðin

Les eisini –> ÆTLAR TÚ AT BYGGJA ?

 

Spennandi tíð fyri framman

Tað er gott, at sethúsaeigarar gerast alsamt meira tilvitaðir um grønar orkurkeldur og bjálving. Eisini er tað at gleðast um, at almennu Føroyar taka umhvørvi í størri og størri álvara. Í samgonguskjalinum frá 2015 stendur nevniliga, at Føroyar skulu gerast 100% grønar áðrenn 2030. Hetta er sami málsetningur sum SEV setti sær fyri í 2014.  Enn er langt á mál, um málsetningurin skal røkkast. Í løtuni er støðan tann, at næstan 90% av húsarhaldum í Føroyum enn hava oljufýring.  Restin av húsarhaldunum verða hitað við fjarhita og hitapumpum. Elið, sum fer út til brúkarar, verður í løtuni bæði framleitt úr varandi orkukeldum og olju. Mett verður, at almenna elframleiðslan er umleið 50% grøn. Hóast tað sostatt enn er langt á mál, so ber til at staðfesta, at framtíðin sær spennandi út.

 

el framleiðsla 2017

 

 

Skráset teg á Veita

Far til forsíðu