VEITA fingið nýggja skipan

16 august, 2017
VEITA fingið nýggja skipan, Betri samskifti millum fyritøku og kunda

Eftir meira enn tvey ár á baki, kemur VEITA í nýggjum hami.

Grafiski samleikin samleikin er broyttur, og heimasíðan er komin í nýggjari og betri útgávu. Síðan hevur fingið eitt nýmótans snið, og er gjørd enn meira brúkara vinarlig. Óansæð um tú nýtir teldu, teldil ella telefon, tillagar skermurin seg soleiðis at tú fært tað bestu brúkaraupplivingina.

Hjá VEITA seta vit brúkaran í fremstu røð, og tí hevur síðan eisini fingið nakrar nýggjar funksjónir, sum gera tað enn lættari at nýta tænastuna. Sum m.a.:

  • Betri samskifti millum fyritøku og kunda
  • Betri yvirlit yvir uppgávur
  • Skipanin tryggjar nógv betur tænastu
  • Nýggjar tænastur
  • Fleiri nýggjar funksjónir og fleiri í væntu

 

Ivast tú í nøkrum, so ert tú sjálvsagt altíð vælkomin at spyrja okkum. Vit vegleiða fegin.

Skriva til okkara her!   –  Telefon:  +298 55 44 00  –  Teldupostur:  info@veita.fo 

 

VEITA