Uppgávulýsing
Niðanfyri vísa vit nøkur einføld dømir:
Dømi 1: Skifta tak – Uppgávurlýsing
Umframt at gera eina góða uppgávulýsing, hevur tað týdning at viðhefta skjøl og myndir, fyri at lýsa uppgávuna væl.
Skjøl, ið kunnu viðheftast: Tekningar, skitsur við mát, tilfarslisti, myndir o.a.
Gevið gætur: Tess betur uppgávan verður lýst, tess fleiri og betri tilboð kanst tú rokna við at fáa
Tekst lýsingin:
Tilboð ynskist, har alt tilfarið og arbeiðsløn er við í prísinum. Takið talan er um, er 170m2, íroknað tveir útbygningar
Arbeiði, ið skal gerast: “Skifta tak”
- Taka verandi tak av og beina burtur
- Verandi lektir skulu takast av, skulu brúkast aftur um tilfarið er ok
- Um neyðugt skulu ábøtur gerast á verandi tróður.
- Dúkur skal leggjast omaná verandi tróður og listar leggjast eftir sperrunum, áðrenn lektirnar verða lagdar.
- Lektir skulu veitast og leggjast soleiðis, at tær passa til tær nýggju takpláturnar.
- Nýtt tak av slagnum Metrotile Bond Quartz við øllum, so sum ryggás inndekningar v.m. ( er at fáa hjá m.a hjá Balslev)
- Dekkbrettir skulu veitast og leggjast.
- Klædningur og inndekningar um skorstein skulu takast niður, nýtt tilfar skal veitast og gerast skal um skorsteinin aftur.
Teir sum bjóða uppá arbeiði skulu fara á staði og máta upp allar nøgdir soleiðis at alt er við í hesum arbeiði.
Tilboðini skulu umfata allar tilfars – og arbeiðsveitingar, herundir eisini veitingar, sum ikki beinleiðis eru nevndar, men mugu roknast at hoyra til, fyri at arbeiðið kann sigast at vera væl úr hondum greitt.
Stilass- og stilassarbeiði v.m. skulu lúka øll krøv frá Arbeiðseftirlitið.
Arbeiðstakarin skal syrgja fyri at alt burturkast, yvirskotstilfar v.m. verður burturbeint á lógligan hátt og ber allan kostnaðin av hesum.
Øll trygd er ábyrgd arbeiðstakarans.
Vinarliga
Útbjóðarin
Dømi 2: Størri umvælingar – Uppgávulýsing
Umframt at gera eina góða uppgávulýsing, hevur tað týdning at viðhefta skjøl og myndir, fyri at lýsa uppgávuna væl.
Skjøl, ið kunnu viðheftast: Tekningar, skitsur við mát, tilfarslisti, myndir o.a.
Gevið gætur: Tess betur uppgávan verður lýst, tess fleiri og betri tilboð kanst tú rokna við at fáa
Tekst lýsingin:
Tilboð ynskist, har alt tilfarið og arbeiðsløn er við í prísinum. Húsið talan er um, er 100 m2,
Arbeiði, ið skal gerast: “Innrætta kjallara og bjálva hús”
Ástaðarfundur saman við útbjóðaranum, hetta bleiv lýst saman við kundanum.
Kamar á eysturtsíðu:
- Loft, forskalling 25×100/406 mm, pláta við 12 mm fibergips
- Veggir móti útveggi og móti innveggi, tjørupapp, stólpar og beltir 50×75 mm, 75 mm bjálving, alukraft, 12 mm fibergips
- At gera um vindeyga
- At gera um hurð
- Gólv, dampbyrgjan, No Noise Extreme gulvunderlag,copenhagen vinyl kork
- El, lampustað at flyta í nýtt loft, kontaktir at flyta í nýggjar veggir
- Hvs, radiatorur at taka niður og seta uppaftur og íbinda í verandi rør, tá veggurin er gjørdur.
Kamar á vestursíðu:
- Loft, bjálving, forskalling 25×100/406 mm, pláta við 12 mm fibergips.
- Veggir móti útveggi og móti innveggi, tjørupapp, stólpar og beltir 50×75 mm, 75 mm bjálving, alukraft, 12 mm fibergips
- At gera um vindeygu
- At gera um hurð
- Gólv, dampbyrgjan, No Noise Extreme gulvunderlag,copenhagen vinyl kork
- El, lampustað at flyta í nýtt loft, kontaktir at flyta í nýggjar veggir
- Hvs, radiatorur at seta upp og íbinda í verandi rør.
Kontór:
- Loft, partvíst bjálving, forskalling 25×100/406 mm, pláta við 12 mm fibergips
- Veggir móti útveggi og móti innveggi, tjørupapp, stólpar og beltir 50×75 mm, 75 mm bjálving, alukraft, 12 mm fibergips
- At gera ein kassa um hitarør.
- At gera um vindeyga
- Gólv, dampbyrgjan, No Noise Extreme gulvunderlag,copenhagen vinyl kork
- El, lampustað at flyta í nýtt loft, kontaktir at flyta í nýggjar veggir
- Hvs, radiatorur at íbinda í verandi rør.
Wc:
- Loft, bjálving, forskalling 25×100/406 mm, pláta við 12 mm fibergips
- El, lampustað at flyta í nýtt loft.
- Hvs, radiatorur, brúsa, vask og kumma, at íbinda í verandi rør.
Gangur:
- Loft, partvíst bjálving, forskalling 25×100/406 mm, pláta við 12 mm fibergips
- Gólv, dampbyrgjan, No Noise Extreme gulvunderlag,copenhagen vinyl kork
- Innveggir at pussa ella heilspartla og pussa.
- Veggur at líma múrflisar á.
- El, lampustað at flyta í nýtt loft, kontaktir at flyta í nýggjar veggir.
Durður:
- Loft, forskalling 25×100/406 mm, pláta við 12 mm fibergips
- El, lampustað at flyta í nýtt loft, kontaktir at flyta í nýggjar veggir
- Flísar á verandi betonggóðv
- Innveggir at pussa ella heilspartla og pussa
- Veggur at líma múrflisar á
Húsini uttan:
- Tosa var um at bjálva og pussa húsini uttan við 100 mm bats og dupult arm krossneti við 150 mm yvirlapp. Verandi klædningur skal takast niður og beinast burtur.
Teir sum bjóða uppá arbeiði skulu fara á staði og máta upp allar nøgdir soleiðis at alt er við í hesum arbeiði.
Tilboðini skulu umfata allar tilfars – og arbeiðsveitingar, herundir eisini veitingar sum ikki beinleiðis eru nevndar, men mugu roknast at hoyra til, fyri at arbeiðið kann sigast at vera væl úr hondum greitt.
Stilass- og stilassarbeiði v.m. skulu lúka øll krøv frá Arbeiðseftirlitið.
Arbeiðstakarin skal syrgja fyri at alt burturkast, yvirskotstilfar v.m. verður burturbeint á lógligan hátt og ber allan kostnaðin av hesum.
Øll trygd er ábyrgd arbeiðstakarans.
Vinarliga
Útbjóðarin
Dømi 2: Stoypa garðar – Uppgávulýsing
Umframt at gera eina góða uppgávulýsing, hevur tað týdning at viðhefta skjøl og myndir, fyri at lýsa uppgávuna væl.
Skjøl, ið kunnu viðheftast: Tekningar, skitsur við mát, tilfarslisti, myndir o.a.
Gevið gætur: Tess betur uppgávan verður lýst, tess fleiri og betri tilboð kanst tú rokna við at fáa
Tekst lýsingin:
Tilboð ynskist, har alt tilfarið og arbeiðsløn er við í prísinum.
Garðarnir talan er um, eru ca. 54m tls.
Arbeiði, ið skal gerast: “Stoypa garðar og gøtu við 3 trinum”
Garðar ið skulu stoypast eru merktir á tekningini. Sigast skal at tað er hæddarmunur á ca. 9-11 metrar
Allir garðarnir skulu verða 1m. høgir og tjygdin skal verða 0,2m
- Garður 1 vestur er ca. 25 m.
- Garður 2 -//- er ca. 9 m.
- Garður 3 -//- er ca. 12 m.
- Garður 4 -//- er ca. 8 m.
- Garður 1 Eystur er ca. 14 m.
- Gøta við 3 trinum er ca. 4 long og hæddarmunur er 0,5m.
Vinarliga
Útbjóðarin
Dømi: Mála klædning – Uppgávurlýsing
Umframt at gera eina góða uppgávulýsing, hevur tað týdning at viðhefta skjøl og myndir, fyri at lýsa uppgávuna væl.
Skjøl, ið kunnu viðheftast: Tekningar, skitsur við mát, tilfarslisti, myndir o.a.
Gevið gætur: Tess betur uppgávan verður lýst, tess fleiri og betri tilboð kanst tú rokna við at fáa
Tekst lýsingin:
- Tilboð ynskist, har alt tilfarið og arbeiðsløn er við í prísinum.
- Húsið talan er um, er 110m2, í tveimum hæddum. Sí myndir.
Arbeiði, ið skal gerast: “Mála klædning”
- Ynski at fáa tilboð við máling o.ø uppá at mála húsini. Húsið hevur fingið nýggjan klædning í 2015.
- Klædningurin skal hava 1 umgang olju og tveir umgangir oljumáling, ella 3 umgangir oljumáling
- Úthangið, gerikt runt vindeygu og altanin skal eisini málast, alt somu farvu. Skorsteinur og vindskeiður skulu ikki málast!
- Farvan er brún, eg havi koduna.
- Ynskið húsi málast í summar.
Vinarliga
Útbjóðarin