BK17

13 desember, 2017
1.januar 2017 kom nýggja bygningskunngerðin BK17 í gildi, sum m.a. hevur til endamáls at tryggja grøna bygging, orkusparing og heilsugott inniumhvørvi, og er sostatt at meta sum eitt kærkomið amboð til øll tey, sum t.d. ætla at byggja, umbyggja ella umvæla ein bygning.

 Bygningskunngerðin 2017

1.januar 2017 kom nýggja bygningskunngerðin BK17 í gildi, sum m.a. hevur til endamáls at tryggja grøna bygging, orkusparing og heilsugott inniumhvørvi, og er sostatt at meta sum eitt kærkomið amboð til øll tey, sum t.d. ætla at byggja, umbyggja ella umvæla ein bygning.

 

Føroyski byggisiðurin fer óivað at broytast munandi, nú BK17 er komin í gildi, tí hendan kunngerðin setur byggjarum fleiri krøv fyri at tryggja, at vit í Føroyum fáa sunnari og betri bygningar, sum fara at brúka munandi minni orku. Talan er um øll sløg av bygningum, tí høvuðsnýtsluøkið hjá BK17 er bústaðarbygging, frítíðarhús, øll sløg av vinnu- og stovnsbygging og onnur bygging s.s. bilhús, úthús, seyðahús og brunnar. Samstundis er BK17 galdandi fyri øll sløg av bygging t.v.s.

  • Nýbygging
  • Umbygging
  • Umvæling
  • Afturatbygging
  • Broyting í nýtslu
  • Niðurtøku av bygningi

Les eisini –> ÆTLAR TÚ AT BYGGJA ?

BK17 er í 8 kapittulum, sum hvør í sínum lagi snúgva seg um týdningarmikil viðurskifti viðv. byggiverkætlanum. Tað er týdningarmikið at seta seg væl inn í BK17, áðrenn farið verður undir eina byggiverkætlan fyri at tryggja, at verkætlanin fer fram á rættan hátt. BK17 leggur eisini upp til, at ein fær sær egnaðan ráðgeva, umframt eitt tætt samstarv millum tey, ið byggja, og byggimyndugleikan. Mælt verður til hetta fyri at tryggja, at endaliga úrslitið verður so gott sum til ber. Kunngerðin er drúgv, men teir ymisku kapittularnir snúgva seg í stuttum um fylgjandi ásetingar:

  1. Fyrisitingarligar ásetingar

    snýr seg m.a. um, hvørjar bygningar BK17 fevnir um, umframt hvørjir bygningar ikki verða raktir av kunngerðini. Er værkætlanin fevnd av BK17, so er næsta stig ein innleiðandi samrøða við kommunala byggimyndugleikan. Ert tú t.d. búsitandi í Tórshavnar kommunu, so verður mælt til, at tú beinanvegin í tilgongdini setur teg í samband við Tórshavnar kommununu og fært eina samrøðu í lag, sum skal tryggja, at tú fært greiðu á ymiskum upplýsingum um mannagongdina, t.d. at tú fært at vita, hvørjar ásetingar tí teimum ávísu kapittulunum í kunngerðini eru galdandi, um tín verkætlan er í samsvari við hesar ásetingar, hvat verkætlanartilfar kommunan krevur at fáa, planeringshæddir o.s.fr. Hetta er týdningarmikið, tí frábrigd frá BK17 kunnu vera í einstøku kommununum. Afturat hesum snýr hesin kapittulin seg eisini um formkrøv til umsóknartilfar, byggiloyvi, niðurtøku av bygningi, fráboðanarskyldu, ábyrgdina hjá kommunala byggimyndugleikanum viðv. aðrari lóggávu, fyribilsloyvi til at nýta grannagrundøki, loyvi um frávik o.a.

  1. Byggiregulerandi ásetingar

    snýr seg m.a. um byggirættin hjá tí einstaka, heildarmeting av bygninginum og óbygd øki s.s. tilhaldsøki, parkeringsøki, atkomu- og tilkoyringarøki. Hesar ásetingarnar eru tó ikki galdandi, um ein onnur byggisamtykt er, ið hevur aðrar ásetingar um avvarðandi viðurskifti.

 

  1. Innrætting av bygningum

    snýr seg m.a. um at bygningar skulu gerast og innrættast soleiðis, at øll kunnu nýta teir á fullgóðan hátt, tá ið hugsað verður um trygd, heilsu, atkomuviðurskifti, viðlíkahald og reinhald. Undantøk eru tó í hesum krøvunum, t.d. eru atkomuviðurskiftini øðrvísi fyri almennar bygningar í mun til sethús. Harumframt snýr hesin parturin seg eisini um krøv til bústaðarinnrætting og krøv um innrætting til bygningar, sum ikki eru bústaðir.

 

  1. Konstruktiónir

    snýr seg m.a. um, at bygningar skulu gerast soleiðis, at nýtslu-, trygdar-, haldgóðsku- og heilsuligu viðurskiftini eru nøktandi. Harumframt verður kravt, at arbeiðið skal gerast handverksliga rætt. Alt tað tilfar, sum verður nýtt, skal vera gagnligt til endamálið.

  1. Brunaviðurskifti

    ásetur m.a., at bygningar skulu gerast, innrættast og vera úr tílíkum tilfari, at teir geva nøktandi trygd móti eldi, og at eldurin ikki breiðir seg til aðrar bygningar á sama grundøki og til grannabygningar. Harumframt skulu byngingar til eina og hvørja tíð geva fólki, sum eru inni, góða trygd og góðar møguleikar at sleppa til rýmingar, tá ið eldur er í. Góðar umstøður skulu somuleiðis vera at bjarga fólkum og djórum út, umframt at sløkkja eld.

  1. Inniumhvørvi

    ásetur m.a., at bygningar skulu byggjast soleiðis, at eitt heilsuligt og trygdarliga nøktandi inniumhvørvi er í teimum rúmum í bygningunum, har ið fólk halda til. Kapittulin fevnir um termiskt inniumhvørvi, luftgóðsku, akustisk viðurskifti og ljós viðurskifti.

  1. Orka

    snýr seg um, at bygningar skulu byggjast soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu til upphiting, heitt vatn, køling, luftskifti og ljós, samstundis sum heilsuligu umstøðurnar eru nøktandi. Umbygging og aðrar munandi broytingar eru eisini fevndar av hesum krøvunum.

  1. Innleggingar

    snýr seg um, at innleggingar skulu gerast soleiðis, at tær ikki eru til vanda fyri fólk ella gera skaða á bygningin. Ásetingarnar fevna m.a. um innleggingar í einum bygningi og uttan fyri matrikulin, sum veita bygninginum ravmagn, gass, hita, kulda, frárenning og vatn til upphiting, køling, luftskifti og vatnnýtslu.

Skalt tú sum privatur ella serkønur í gongd við eina byggiverkætlan er hetta heildaryvirlitið av BK17 ikki nóg mikið til eina fullgóða fatan av kunngerðini. Veita.fo mælir øllum til at seta seg væl inn í kunngerðina. Hetta ber t.d. til við at lesa kunngerðina á heimasíðuni www.logir.fo, har ið kunngerðin liggur í ráum formi. Eisini ber til at venda sær til Landsverk og ogna sær ein bókling, har ið kunngerðin er sett upp í snøggum formi, ið ger tað lætt at finna runt í ymisku kapittulunum.

BK17 kann takast niður her!

 

Bygging sum ikki krevur byggiloyvi í Tórshavnar kommunu. Sí yvirlit her http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1638