TRYGGINGARSKAÐAR

05 november, 2017
TÁ IÐ SKAÐIN HENDIR

Hevur tú ein tryggingarskaða? 

Tað kann verða trupult í hesum døgum at finna fyritøkur, ið hava tíð at loysa tryggingarskaðar.

 

Soleiðis gert tú:

  1. Skráset teg á Veita her! ella ring +298 21 45 00

  2. Stovna uppgávu, viðheft upplýsingar og skjøl/kostnaðarmeting, ið tú hevur móttikið frá tryggingini.

  3. Veita innheintar tilboð til tín!

 

Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum her

 

 

At finna veitarar

Ofta er torført at finna veitarar, ið kunnu átaka sær at umvæla tryggingarskaðan. Betri Trygging góðtekur allar veitarar, sum eru mvg og v-tals skrásettir. Júst hetta er eisini krav fyri allar fyritøkur, sum ynskja at skráseta seg sum veitarar á www.veita.fo.

Til ber at senda Veita góðkendu kostnaðarmetingina, soleiðis at Veita kann innheinta tilboð ella finna eina fyritøku, sum kann átaka sær at umvæla skaðan fyri skaðarakta kundan. Umráðandi er, at kundin vendir sær til sítt tryggingarfelag t.d. Betri Trygging, áðrenn umvælingin verður framd, um tað vísir seg, at kostnaðarmetingin ikki heldur ,og arbeiðið sostatt verður dýrari enn mett var.