Facebook

Kundarøkt

Ofta settir spurningar verða svaraðir niðanfyri.

Fært tú ikki svar uppá tín spurning niðanfyri, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara:

Skriva til okkara her!
Telefon: +298 21 45 00
Teldupostur: veita@veita.fo

Eg eri nýggjur á veita.fo hvussu geri eg?

Á forsíðuni trýstir tú á “LOGIN” har hevur tú tveir møguleikar at skráseta teg.

1. “Kundaskráseting” 

2. “Rita inn við facebook” Nógv skjótari at rita inn við facebook!

síðani tøppar tú inn persónsupplýsingar og trýstir á skráset.

Niðanfyri er ein vegleiðing, hvussu tú stovnar eina uppgávu

Hvussu stovni eg eina uppgávu?

  1. Tá ið tú hevur skrásett teg, hevur tú møguleika at stovna uppgávur.
  2. Rita inn, og vel stovna uppgávu.
  3. Gev uppgávuni eitt heiti “Uppgávuheiti”
  4. Skriva eina góða lýsing av uppgávuni. Jú betri lýsing, tess størri er møguleikin fyri fleiri og nágreiniligari tilboðum.
    1. Dømir á nakrar uppgávulýsingar síggjast her!
  5. Vel “byrjanardag” (Nær tað er ynskiligt at fyritøkan ið fær uppgávuna byrjar)
  6. Vel “Endadagur”   (Nær tað er ynskiligt at fyritøkan ið fær uppgávuna gera arbeiði liðugt)
  7. Skriva adressuna har uppgávan skal loysast.
  8. Minst til at velja øki, har arbeiði skal gerast.
  9. heft skjøltekningar og myndir við.
  10. Síðani velur tú vinnugreinar, tær sum passa til tína uppgávu.
  11. Trýst síðan á “stovna uppgávu”.
  12. Nú er uppgávan stovnað og liggur á veita.fo. Tá uppgávan er góðkend av Veita, fáa allir veitarar innan fyri ta vinnugrein, tú hevur valt, ein teldupost frá okkum, sum sigur, at nú er ein nýggj uppgáva komin á veita.fo
  13. Eingin sær tínar persónsupplýsingar, tú fær boð umvegis Veita, ella fyritøkur senda boð/fyrispurningar beinleisði til tín umvegis skipanina. Slík boð/fyrispurningar verður tú kunna um á t-post og SMS.

Tað er ein fyrimunur at stovna uppgávuna í góðari tíð. Hetta gevur veitaranum betri tíð at koma við einum tilboði, og tú hevur betri tíð at umhugsa tey innkomnu tilboðini.

Niðanfyri er ein vegleiðing hvussu tú stovnar eina uppgávu

Kann eg rætta uppgávuna eg havi stovnað?

Ja, tú hevur møguleika at rætta uppgávur tú hevur stovnað.

Hevur stovna uppgávu, ið enn ikki er góðkend av okkum, er eisini møguligt at broyta hana.

  1.   Rita inn
  2.   Í yvirlitinum “Mínar uppgávur”, trýst á pennin til høgru.
  3.   Trýst á broyt

Her er møguligt at broyta uppgávulýsing, nær uppgávan skal vera liðug, leggja myndir afturat osfr.

Tá tað er liðugt at rætta, trýst á “Dagfør”

Hvat er "Kladda"?

Tú hevur møguleika at stovna kladdur. Ein kladda virkar líka sum í teldupost skipanum, tú kanst arbeiða í henni, og venda aftur til kladduna seinni.

Tvs. hettar er ein uppgáva sum tú ert við at gera klára, til at skráseta á Veita.fo

Tú kanst hava fleriri kladdur liggjandi, venda aftur og arbeiða í fleiri í senn.

Tú kanst sletta tær tú ikki ynskir at nýta.

Hvat er "BOÐ"?

Boð verður nýtt til samskiftis øki.

Ein fyritøka kann hava ein fyrispurning til tína uppgávu. Við boðum kann fyritøkan senda tær ein fyrispurning. Tú kanst á sama stað svara fyritøkuni við boðum. Hettar soleiðis alt samskiftið verður á einum stað.

Tú/kundin verður kunnaður við notificationum, ella t-post, um tú hevur fingið ein fyrispurning, frá einum veitara, uppá eina uppgávu.

Eitt tilboð hevur heft eina fílu við?

Fyri at lýsa eitt tilboð, ein fyritøka gevur, verður tað gjørt í einari fílu t.d. .pdf, word. ella annað. Hesar fílar heftur fyritøkan við, tá hon gevur tær tilboð.

Hesar fílar hevur tú til allatíð, møguleika, at taka niður, fyri at viðgera og samanlíkna, við onnur tilboð.

Hvat kostar tað at stovna eina uppgávu?

Tænastan er ókeypis hjá útbjóðarum (Tú, ið skal hava, eina uppgávu loysta).

Men vit hava eina nýggja tænastu:

Lat okkum lýsa uppgávuna fyri teg! Les meria her!

Okkara byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir.

Vit hjálpa tær at lýsa tínar ætlanir og útvega tær tvey tilboð. Prísur úr 1.500 Kr.  Vit tryggja tær tvey tilboð ella pengarnar aftur!

Royn tænastuna í dag. Samband: +298 21 45 00veita@veita.fo

Nær fái eg tilboð?

Alt eftir árstíðini, so er ymiskt hvussu nógvar uppgávur veitarar hava. Um summarið er oftast nógv á skránni, og tí er álmanakkin nærum fullur. Tá kann vera torført at fáa fatur á einum veitara. Tí kann tað vera ein fyrimunur at stovna uppgávuna í góðari tíð. Hetta gevur veitaranum betri tíð at koma við einum tilboði, og tú hevur betri tíð at umhugsa tey innkomnu tilboðini.

Lýsir tú tína uppgávu væl, er skjótari hjá einum veitara at geva tær eitt tilboð.

Er ikki møguligt at lýsa uppgávuna væl, kanst tú fáa okkum at hjálpta tær. Vit hava eina nýggja tænastu, har vit lýsa uppgávuna fyri teg, og tryggja tær tvey tilboð ella peningin aftur. Hettar kostar úr 1.500 Kr. Velst hvussu umfatandi uppgávan er. Men sum oftast liggur tað um 1.500 Kr.

Skal eg taka av einum tilboði?

Tænastan hjá veita.fo er óbindandi.
Tó er tað soleiðis at veitarar brúka tíð og orku uppá at geva tilboð, og seta tí stóran prís uppá eitt aftursvar. Um tú ikki ætlar at taka av einum tilboði, so boða veitaranum/fyritøkuni frá hesum. Hetta gert tú við at fara inn á uppgávuna, og trýsta á nei takk”.

Um tú tekur av einum tilboði, men hevur fingið fleiri tilboð, og ikki hevur týst á “nei takk”, sendir skipanin sjálvirkandi boð til hinar fyritøkurnar, at tú hevur hevur valt ikki at taka av tilboðnum.

Hvat er "Í GONGD"?

Tá tú góðtekur eitt tilboð frá einari fyritøku, er næsta stið at fáa uppgávuna lidna.

Uppgávan liggur tí undir “Í GONGD” her liggur hon til uppgávan er liðug, og ummæli er givið fyritøkuni.

Eftir tað endar uppgávan í “ARKIV” hettar eru uppgávur ið eru lidnar. Tú hevur altíð atgongd til tínar loystu uppgávur.

Tilboð frá fyritøku gongur út?

Fyritøkurnar/veitarnir seta tíðarfreist á tilboð teir geva. Freistin kann verða úr 3 vikum.

Er freistin á einum tilboði farin, hevur tú ikki møguleika at taka av tilboðnum. Men tú kanst søkja um at fáa freistina longda við einum klikki. Ella kontakta veita.fo.

Tú skalt bara klikka á “Kann eg leingja tilboðsfreistuna”. undir uppgávuni. Eftir hettar, verður Fyritøkan/veitarin spurdur, um hann ynskir tað. Ynskir hann tað, verður freistin longd.

Hvat skal eg gera?

1. STOVNA UPPGÁVU – Tú stovnar eina uppgávu og lýsir gjølla tín tørv á veita.fo.

2. VEITARAR GEVA TILBOР– Veitarnir hava umvegis veita.fo møguleikan at koma í samband við teg og geva tær tilboð.

3. TÚ VELUR BESTA TILBOÐIР– Tá ið tú hevur fingið eitt tilboð, ið nøktar tín tørv, kanst tú á veita.fo taka av hesum tilboði.

4. UPPGÁVAN VERÐUR LOYST – At enda kanst tú geva veitaranum ummæli á veita.fo soleiðis, at onnur viðskiftafólk kunnu fáa ágóðan av royndinum, tú hevði av tínum veitara.