Facebook

Kunning og prísir

Vit bjóða ymiskar tænastur, ið kunnu hava tykkara áhuga í samband við uppgávur tygara

Tænastur:
Okkara byggifrøðingur prátar við teg um tínar ætlanir og dreymar.

Er neyðugt við byggiloyvi til smærri verkætlanir, kunnu vit hjálpa tær at gera tilfarið, ið skal til eina umsókn um byggiloyvi. Les meira um byggiloyvi
Er talan um størri verkætlanir, so sum sethúsabygging, bygningar ella annað, kunnu vit innheinta tilboð frá ráðgevarafyritøkum 

Tú kanst eisini nýta skipanina Ókeypis  –> Stovna og lýs uppgávuna sjálv/ur.

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar niðanfyri og treytað av:

  • at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar
  • at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar
  • at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar

Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.

Yvirlit yvir arbeiðir sum ikki krevur byggiloyvi

Smáir bygningar upp til 10 fermetrar sum ikki eru upphitaðir, sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, treytað av:

  • at tað í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum
  • at frástøðan til aðrar bygningar á sama matrikli skal í minsta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)
  • at frástøðan til mark er minst 1 m
  • at hædd á útveggum ella tekju yvir planeringshædd kann í mesta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)

Broyting av innrætting í sethúsum, tvíhúsum og líknandi, treytað av:

  • at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini
  • at brunakrøvini verða yvirhildin (BK17 kap. 5)
  • at hetta ikki ávirkar berandi konstruktiónirnar (BK17 kap.)

Svalar upp til 5 fermetra vídd, treytað av:

  • at svalin er 2,5 m frá marki (BK17 kap.)

Útskiftan av taki og útveggjaklæðing, treytað av:

  • at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)

Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:

  • at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)
  • at kravið um bjargingarop (BO) verða yvirhildin (BK17 kap. 5)

Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur

Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m, íroknað rekkverk

Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi

Brenniovnar, treytað av:

  • at Sløkkiliðið skal sýna brenniovnin áðrenn hann verður tikin í brúk.

Niðurtøka av bygging minni enn 50 fermetrum, treytað av:

  • at vegleiðingin um niðurtøku av bygging á heimasíðuni hjá kommununi verður yvirhildin.

Projektir sum hesi niðanfyri, krevja byggiloyvi:

  • Óupphitaðir bygningar s.s. Bilhús, bilskýli, úthús, skúrar, hjallar, garðsstova

  • Umbygging, viðlikahald og útskifting

  • Broytt nýtsla og afturatbygging

  • Sethús

  • Størri bygningar

Tilfar, ið er kravt saman við umsóknini kann verða hetta:

  • Frágreiðing um hvat arbeiðið umfatar

  • Tekningar

    • Støðumynd

    • Flatmyndir

    • Síðumyndir við lendirviðurskiftum

    • Tvørskurður við tilfarsfrágreiðing

    • Kloakkætlan

    • Brunaætlan

    • Sermyndir um neyðugt

  • Útrokningar samb. BK17 ella byggisamtykt (Orkukarm, u-virðir, linjumissur og hitamissur. Byggi- og nýtlustig. Statiskar útrokningar kunnu krevjast.)

  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí “BRUNAVIÐURSKIFTI”)

Ynskir tú hjálp til eina umsókn um byggiloyvi?  So ert tú vælkomin, at seta teg í samband við okkum
Teldupostur: veita@veita.fo

Tlf: +298 21 45 00

Tænastur

Bronsu

  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Byggifrøðingur setur seg í samband við teg umvegis telefon, og ger eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit leggja uppgávuna á Veita, soleiðis veitarar kunnu geva tær tilboð.
Prísur 1.998 Kr. Bílegg

Silvur

  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir og dreymar
  • Vit gera eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit leggja uppgávuna á Veita, soleiðis veitarar kunnu geva tær tilboð.
Prísur 3.498 Kr. Bílegg

Gull

  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Okkara byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir og dreymar
  • Vit gera eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit hava ein ástaðarfund við fyritøkurnar um neyðugt
  • Vit tryggja tær tvey tilboð
Prísur 5.698 Kr. Bílegg

Platin

  • Vit útvega tær eina kostnaðarmeting
  • Vit hyggja at tilfarinum, tú hevur sent okkum í samband við uppgávuna
  • Okkara byggifrøðingur kemur á gátt til eitt prát um tínar ætlanir og dreymar
  • Vit gera eina góða uppgávulýsing til tína uppgávu
  • Vit hava ein ástaðarfund við fyritøkurnar um neyðugt
  • Vit tryggja tær tvey tilboð
  • *Vit geva tær ein sáttmála, at útfylla sum er millum teg og fyritøkuna.

*Endamálið við sáttmálanum er at geva tær og fyritøkuni høvi til at gjøgnumganga uppgávuna fyri síðan at gera eina skrivliga avtalu. Ein gjøgnumgongd av uppgávuni, saman við tí skrivligu avtaluni, er við til at betra um møguleikarnar fyri at arbeiðsgongdin og tað endaliga úrslitið verða nøktandi fyri báðar partar

Prísur 10.998 Kr. Bílegg

Orkulán

Umsókn um orkulán, Lønsemisútrokningar

  • Prísur úr 1.390 Krfyri eitt átak, 350 kr fyri fleiri. átøk.
  • Eru húsini ótøtt og brúka lutfalsliga nógva orku, ber ofta til at endurbjálva o.a., uttan
    at gjalda meira til fastar útreiðslur hvønn mánað. Hetta kemst av at sparingin, í
    nógvum førum, er so mikið høg, at pengarnir kunnu brúkast til at rinda til eitt orkulán
    – ístaðin fyri til orku. Vilt tú vita hvussu væl ein umvæling kann løna seg fíggjarliga,
    kanst tú bíleggja eina lønsemisútrokning.

( :: vit gera eitt yvirlit yvir tilfar sum vit mugu hava sendandi, áðrenn vit taka eina uppgávu inn. Um
okkurt manglar, t.d. tekningar/skitsur, konstruktiónslýsingar ella berokningar av U-virðum, bjóða vit
okkum at gera tað fyri nærri upplýsta upphædd).

Kanning

Eftir vitjanina ert tú betur før/ur fyri at taka støðu til hvussu tú vilt raðfesta møguligar
ábøtur á húsini.

Prísur úr 1.390 Kr.

Tú fært vitjan av einum byggiserfrøðingi við drúgvum royndum og dagførdum útbúgvingum innan
byggi- og orkutøkni, fuktviðurskiftum og inniklima.

  • Serfrøðingurin vitjar í uml. 1 tíma og kannar húsini frá kjallara til loft, saman við tær og møguliga
    øðrum tú ynskir skulu vera til staðar, við atliti til byggihátt og orkunýtslu, umframt møguligar
    (brá)neyðugar ábøtur. Kunnað verður um mynduleikakrøv samb. bygningskunngerðini BK17.
  • Hevur tú ávísar trupulleikar ella ivamál, kann serfrøðingurin laga vitjanina til, so hon í størri mun,
    snýr seg um aktuellu støðuna tú stendur í. Serfrøðingurin kann t.d. taka fuktroyndir og innleiðandi
    sopparoyndir, um tú hevur illgruna um sopp.
  • Alt samskifti er munnligt, men skrivlig frágreiðing kann bíleggjast fyri aðrar 1390 kr. v/mvg.

Talan er um eina kanning, sum oftast skapar fleirfalda virði, í mun til hvat kanningin
kostar. Tú fært nógv at vita um hvussu tú sleppur undan at taka skeivar avgerðir frá
byrjan og fært samstundis eina góða ábending um møguligar orkusparingar, sum
kunnu vera við til rinda fyri íløgur í húsini.

Gevið gætur:  Vit ynskja at hjálpa øllum!

Dugir tú illa við teldum og internetinum?  Vælkomin at ringja +298 21 45 00, so kunnu vit práta um tín tørv.

Bílegging kann gerast við at útfylla frymilin niðanfyri, og trýsta á send.