Krevur verkætlanin byggiloyvi?

19 februar, 2021

Byggiloyvi

Á hesari síðuni  >> Umsókn um byggiloyvi <<  finnur tú alt tilfar um byggiloyvi. 


Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommunu til góðkenningar. Farast kann oftani ikki undir bygging, fyrrenn byggiloyvi fyriliggur. Neyðugt er at seta seg væl inn í, hvørjar tekningar og upplýsingar annars skulu vera við sum fylgisskjøl í eini umsókn um byggiloyvi. 

Ikki øll arbeiði krevja byggiloyvi. Undir “Bygging sum ikki krevur byggiloyvi” sæst yvirlit yvir arbeiðir sum ikki krevja byggiloyvi.

Tað er umráðandi, tá ið søkt verður um byggiloyvi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.

Verkætlanir kunnu verða hesar niðanfyri:

  • Broytt nýtsla og afturatbygging

  • Umbygging, viðlikahald og útskifting

  • Sethús 

  • Óupphitaðir bygningar s.s. Bilhús, bilskýli, úthús, skúrar, hjallar, garðsstova

  • Størri bygningar

Kommunur krevja í minsta lag hetta tilfar, saman við umsóknini:

  • Umsókn við frágreiðing

  • Tekningar

  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí eisini “BRUNAVIÐURSKIFTI”)

Tekningar, ið kunnu verða kravdar: 

  • Støðumynd

  • Flatmynd

  • Síðumyndir

  • Tvørskurðir við tilfarsfrágreiðing

  • Kloakkætlan

  • Brunaætlan

  • Sermyndir

Á hesari síðuni  >> Umsókn um byggiloyvi <<  finnur tú alt tilfar um byggiloyvi. 

 

Sethúsabygging er stór verkætlan, sum krevur, at ein setur seg væl inn í ymisk viðurskifti, áðrenn ein fer í gongd. Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at allar mannagongdir verða fylgdar á rættan hátt, og fyri at endaliga úrslitið verður so gott sum til ber. Les her og fá innlit í eina byggivegleiðing og góð ráð.