Article about task description

15 August, 2017
Á www.veita.fo, ið er heimasíða, ið virkar sum sambindingarliður millum veitarar og útbjóðarar á føroyska marknaðinum, verður stórur dentur lagdur á, at uppgávulýsingar eru greiðar og innihalda alla neyðuga kunning. Hetta kemst av, at tess betur ein uppgávulýsing er, tess størri er møguleikin fyri, at ein sum útbjóðari fær fleiri nágreinilig tilboð frá veitarum.

Kunning um uppgávulýsing

Nógv og umfatandi kunning skal við í eina dygdargóða uppgávulýsing, ið kann tryggja einum útbjóðara  fleiri og nágreinilig tilboð frá veitarum. Hetta førir við sær, at útbjóðarar mugu hava gott yvirlit, tá ið teir fara undir at lýsa eina uppgávu, ið teir ynskja tilboð uppá.

Á www.veita.fo, ið er heimasíða, ið virkar sum sambindingarliður millum veitarar og útbjóðarar á føroyska marknaðinum, verður stórur dentur lagdur á, at uppgávulýsingar eru greiðar og innihalda alla neyðuga kunning. Hetta kemst av, at tess betur ein uppgávulýsing er, tess størri er møguleikin fyri, at ein sum útbjóðari fær fleiri nágreinilig tilboð frá veitarum.

Tað er bæði lætt og ómakaleyst hjá útbjóðarum at stovna uppgávur á heimasíðuni, tí skrivlig vegleiðing er gjøgnum alla tilgongdina. Eftir at uppgávan er stovnað, verður hon send til góðkenningar hjá heimasíðuni, áðrenn veitarar í viðkomandi vinnugrein fáa atgongd til hennara. Hendan mannagongd verður nýtt fyri at tryggja, at hvør einstøk uppgáva lýkur tær treytir, ið settar verða uppgávulýsing. Havast má í huga, at bæði uppgávuslag og uppgávustødd í stóran mun treyta, hvussu ein uppgávulýsing er. Hóast hetta, so ber kortini til at nevna nøkur grundleggjandi viðurskifti, sum mugu vera komin upp á pláss, tá ið ein sum útbjóðari fer undir at stovna eina uppgávu á www.veita.fo.

Avmarka uppgávuna

Fyrsta og sera týdningarmikla stig hjá einhvørjum útbjóðara er, at hansara uppgáva verður avmarkað og lýst so væl sum til ber. Hetta verður m.a. gjørt við at uppgávan fær eitt heiti, ið lýsir, hvat uppgávan snýr seg um.

Dømi um uppgávuheiti kann vera “Nýtt gólv” ella “Nýggjan klædning”. Síðan er neyðugt at greiða frá, hvat útbjóðarin metir, at uppgávan heilt ítøkiliga skal fevna um.

Snýr uppgávan seg um at leggja nýtt stovugólv í einum húsum, er neyðugt, at útbjóðarin ger veitaranum greitt:
– Skal verandi gólv burtur ella ikki
– Skulu nýggir listar leggjast framvið vegginum, ella um teir gomlu skulu uppaftur

Snýr uppgávan seg um klædning til eini sethús, ið er ein nakað størri uppgáva, er eisini alneyðugt at greiða frá og avmarka, hvat uppgávan umfatar.
Viðkomandi upplýsingar til slíkar uppgávur eru t.d.:
– Um klædningur er á húsunum frammanundan
– Um húsini harumframt eisini skulu bjálvast
– Hvussu nógv vindeygu og hurðar eru á síðunum
Við á hendan hátt at greiða neyvt frá, hvat uppgávan inniber, slepst undan óneyðugum misskiljingum, umframt at møguligir veitarar vita, um uppgávan hóskar til teirra virkisøki.

 

Útbjóðingartilfar

Eftir  at hava lýst uppgávuna væl við egnum er næsta stig at uppgeva útbjóðingartilfar. Útbjóðingartilfar er alt tað tilfar, sum veitarar fáa atgongd til, soleiðis at teir hava møguleika at geva eitt eftirfarandi tilboð, t.v.s. at veitarar út frá útbjóðingartilfari gera eina vegleiðandi kostnaðarmeting til uppgávuna hjá útbjóðaranum. Gott útbjóðingartilfar umfatar m.a. ein útførligan tilfarslista og tekningar:

Sí nøkur dømir her –> https://veita.fo/uppskot/

Tilfarslisti er ein listi um tilfar, ið skal verða nýtt í ávísa byggiarbeiðinum. Ein slíkur listi ger tískil uppgávuna bæði ítøkiligari og nágreiniligari hjá veitarum at fyrihalda seg til.

Í eini verkætlan s.s. “Nýtt gólv” verður í tilfarslistanum víst á, um gólvklædningurin skal vera parkett, teppi, vinyl ella øðrum tilfari. Eisini verður har nágreinað, hvørjum tilfari listarnir skulu vera úr, um so er, at uppgávan fevnir um nýggjar listar. Umframt slag av tilfari verður í einum tilfarslista greitt frá, hvussu stór nøgdin av tilfari er. Hetta verður gjørt við at upplýsa flatuna, ið skal hava nýggjan gólvklædning.

Meðan tilfarslistar cheap hockey jerseys eru rímiliga lættir at gera til smáar uppgávur, so kann tað gerast heldur torført at gera tilfarslistar til stórar uppgávur.
Snýr cheap nfl jerseys uppgávan seg t.d. um at byggja eini sethús, ber ofta til at fáa ein tilfarslista frá tí arkitekti, sum hevur teknað húsini.
Ein arkitektur kann harumframt við síni servitan geva útbjóðaranum eina vegleiðandi kostnaðarmeting, sum útbjóðarin síðani hevur at fyrihalda seg til og kann sammeta við tey tilboð, ið hann seinni fær frá veitarum.

Tekningar

Tekningar eru eisini neyðugur partur av útbjóðingartilfari, serliga eru tekningar hentar, tá ið uppgávan snýr seg um nýbygging ella størri umvæling. Uppgávuslag avger, hvat fyri slag av tekningum vera viðheftar uppgávuni. Í eini lítlari uppgávu sum “Nýtt gólv”, er ofta nokk við eini flatmynd, sum nágreiniliga vísir gólvflatuna. Ein slík tekning við mátum vísir, um gólvflatan er fýrkantað, um fleiri horn eru og onnur viðurskifti, sum er at meta sum týdningarmikil vitan fyri veitaran, tá ið hann skal seta eitt tilboð saman. Í størri uppgávum s.s. at byggja eini heil sethús er umframt flatmynd neyðugt at viðhefta aðrar myndir, t.d. útisíður, støðumynd og plantekningar. Her er talan um tekningar, ið tann, ið teknar húsini, útvegar kunda sínum.

Tað er tó ikki altíð soleiðis, at ein sum útbjóðari hevur tær tekningar  av húsum sínum, sum eru viðkomandi fyri eina uppgávu, ið viðkomandi ynskir at stovna. Í slíkum førum verður viðmælt at taka myndir av staðnum, har ið arbeiðið skal gerast og síðan tekna eina skitsu á myndina, sum vísir neyðugu upplýsingarnar. Snýr uppgávan seg t.d. um el-arbeiði, har ið el-tekningar ikki eru tøkar, ber til at taka mynd ella myndir av viðkomandi staði, og síðan eftir førimuni tekna el-innleggingarnar á myndina og viðhefta tær í stovnaðu uppgávuna.

Serlig ynski til tilboð

Fleiri útbjóðarar, sum ikki sjálvir fáa til vega prísir á tilfari,  ynskja, at tilboð frá veitarum eru sundurgreinað. Serliga er hetta galdandi, um talan eru um stórar uppgávur, ið veitarar geva tilboð uppá. Eini góð ráð til seinast eru tískil, at slík serlig ynski verða útgreinað í sjálvum útbjóðingartilfarinum. Til ber t.d. í útbjóðingartilfarinum at seta fram ynski um, at veitarar í tilboðum sundurgreina útreiðslur í arbeiðsløn og tilfar. Tað er nevniliga soleiðis, at um ein útbjóðari skal fáa so góð og viðkomandi tilboð til sína uppgávu sum til ber, so er tað ógvuliga umráðandi, at uppgávan lýsir øll ynski hjá viðkomandi. Tess fleiri upplýsingar eru í útbjóðingartilfarinum, tess lættari er tað hjá veitarum at geva góð og nágreinilig tilboð.

 

Les eisini –> Hvussu fái eg besta tilboðið?