Besta tilboðið?

01 December, 2017
Hvussu fái eg besta tilboðið?

Fyri at fáa besta tilboðið uppá tína uppgávu, er umráðandi at uppgávan er væl lýst. Jú fleiri upplýsingar eru, tess lættari er hjá veitaranum at geva eitt realistiskt tilboð. Hetta er tí at veitarar vilja tryggja seg mótvegis óvæntaðum útreiðslum.

Eitt annað ið er vert at hava í huganum, er nær á árinum uppgávan skal bjóðast út. Og hvussu langa tíð áðrenn, uppgávan skal bjóðast út.

Hvat skal eg upplýsa?
Skalt tú t.d. hava húsini málaði, er umráðandi at upplýsa støddina á húsinum (fermetrar, tal av hæddum osfr.). Eisini er hent at upplýsa hvussu nógv vindeygu og hurðar eru, og um hesi skulu reinsast og málast.

Til ber at viðhefta tekningina av húsinum. Og hetta er serliga hent, tá talan er um nýbygging ella størri umvæling. Tá talan er um el-arbeiði, er eisini sera hent við eini tekning sum vísur el-innleggingarnar. Eru el-tekningar ikki tøkar, ber eisini til at taka mynd av staðnum har arbeiði skal gerast, og síðani tekna eina skitsu á myndina.

Eitt annað sum er vert at hugsa um, serliga tá talan er um at stoypa t.d. garð, er at upplýsa um grivið er fyri garðinum. Og eisini hvussu undirlagið er.

Royndir vísa, at jú betri uppgávan er lýst, tess størri er áhugin fyri uppgávuni.

STOVNAÐ UPPGÁVUNA HER!

Ver í góðari tíð
Alt eftir árstíðini, so er ymiskt hvussu nógvar uppgávur veitarar hava. Um summarið er oftast nógv á skránni, og tí er álmanakkin nærum fullur. Tá kann vera torført at fáa fatur á einum veitara. Tí kann tað vera ein fyrimunur at stovna uppgávuna í góðari tíð. Hetta gevur veitaranum betri tíð at koma við einum tilboði, og tú hevur betri tíð at umhugsa tey innkomnu tilboðini.

Gongur tú og umhugsar at skifta tak, so skal hetta helst ikki gerast á hávetri. Tí síggja vit ofta at uppgávurnar verða bjóðarar út seint á vári, tá takið skal skiftast um summarið. Umframt at veitarar hava fleiri uppgávur um hendurnar, so skal tað eisini takast hædd fyri at hetta er hægsta feriutíð.

Tí er skilagott at stovna eina slíka uppgávu um veturin, men boða frá at hetta skal ikki loysast fyrrenn komandi vár ella summar. Hetta gevur veitarum fyrst og fremst góða tíð at tilrættisleggja uppgávuna, og harvið koma við einum meira nágreiniligum tilboði. Í skipanini hjá veita.fo, ber til at áseta dato nær uppgávan skal vera liðug.

Við at fylgja hesum báðum einføldu ráðum, eru størri sannlíkindini fyri at tú fært fleiri tilboð uppá tína uppgávu.

STOVNAÐ UPPGÁVUNA HER!