Facebook

Byggiloyvi

Ynskir tú hjálp til eina umsókn um byggiloyvi ?

Tú ert vælkomin, at seta teg í samband við okkum, vit kunnu hjálpa tær.

Áðrenn bygt verður, skal umsókn um byggiloyvi sendast til kommunu til góðkenningar. Farast kann oftani ikki undir bygging, fyrrenn byggiloyvi fyriliggur.

Sí niðanfyri undir “Bygging sum ikki krevur byggiloyvi” fyri at fáa yvirlit yvir arbeiðir sum ikki krevja byggiloyvi

Í sambandi við umsókn um byggiloyvi verður kravt, at byggingin skal lúka treytirnar í “Føroysku byggningsreglugerðini 2017”, (BK17) og “Almennar byggisamtyktir”

Bygging sum ikki krevur byggiloyvi

Tann 1. januar 2017 kom Føroyska bygningskunngerðin í gildi (BK17).

Í BK17 kap. 1.3 er ásett, at bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum, eisini er ásett:

  • at kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri smærri byggingar, soleiðis at hesar ikki krevja byggiloyvi, verður bygt eftir reglunum. Talan er um antennur, smærri vindmyllur, skeltir, sólskjól, terassur, lívdarskjól og tílíka smærri bygging.
  • at kommunali byggimyndugleikin ger reglur fyri, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevur byggiloyvi.

Tórshavnar kommuna hevur avgjørt, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar niðanfyri og treytað av:

  • at ásetingar í byggisamtyktum verða yvirhildnar
  • at ásetingar í skeytinum verða yvirhildnar
  • at ásetingar í Bygningskunngerðini (BK17) verða yvirhildnar

Tað er ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.

Yvirlit yvir arbeiðir sum ikki krevur byggiloyvi

Smáir bygningar upp til 10 fermetrar sum ikki eru upphitaðir, sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, treytað av:

  • at tað í mesta lagi eru 2 stk. tílíkir bygningar á matrikklinum
  • at frástøðan til aðrar bygningar á sama matrikli skal í minsta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)
  • at frástøðan til mark er minst 1 m
  • at hædd á útveggum ella tekju yvir planeringshædd kann í mesta lagi vera 2,5 m (BK17 2.2.3.5)

Broyting av innrætting í sethúsum, tvíhúsum og líknandi, treytað av:

  • at vatn og kloakk ikki er partur av broytingini
  • at brunakrøvini verða yvirhildin (BK17 kap. 5)
  • at hetta ikki ávirkar berandi konstruktiónirnar (BK17 kap.)

Svalar upp til 5 fermetra vídd, treytað av:

  • at svalin er 2,5 m frá marki (BK17 kap.)

Útskiftan av taki og útveggjaklæðing, treytað av:

  • at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)

Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:

  • at orkuparturin í BK17 verður yvirhildin (BK17 kap. 7.4.2)
  • at kravið um bjargingarop (BO) verða yvirhildin (BK17 kap. 5)

Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur

Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m, íroknað rekkverk

Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi

Brenniovnar, treytað av:

  • at Sløkkiliðið skal sýna brenniovnin áðrenn hann verður tikin í brúk.

Niðurtøka av bygging minni enn 50 fermetrum, treytað av:

  • at vegleiðingin um niðurtøku av bygging á heimasíðuni hjá kommununi verður yvirhildin.

Bygging skal ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá byggimyndugleikanum.

Umsóknin skal vera dagfest og undirskrivað av eigara.

Verða broytingar gjørdar eftir at byggiloyvið er útskrivað, skal umsøkjarin boða kommunala byggimyndileikanum frá hesum.

Umsóknin skal týðiliga lýsa arbeiðið, sum skal gerast, og hjálagdar skulu vera allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina.

Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli soleiðis, at byggimyndugleikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.

Kommunan krevur í minsta lagi hetta tilfarið, saman við umsóknini:

Sethús

  • Umsókn við frágreiðing
  • Tekningar (sí “TEKNINGAR”)
  • Útrokningar samb. BK17 ella byggisamtykt (sí “ORKUKARMUR”, “BYGGI- OG NÝTSLUSTIG”. Statiskar útrokningar kunnu krevjast.)
  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí eisini “BRUNAVIÐURSKIFTI”)

Óupphitaðir bygningar s.s. Bilhús, bilskýli, úthús, skúrar, hjallar, garðsstova

  • Umsókn við frágreiðing
  • Tekningar (sí “TEKNINGAR”)
  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí eisini“BRUNAVIÐURSKIFTI”)

Størri bygningar

  • Umsókn við frágreiðing
  • Tekningar (sí “TEKNINGAR”)
  • Útrokningar samb. BK17 ella byggisamtykt (Orkukarmur, U-virðir, Linjumissur. Byggi- og nýtslustig)
  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí eisini “BRUNAVIÐURSKIFTI”)
  • Lýsing av inniumhvørvinum samb. BK17: ljós, ljóð og luftgóðska v.m.
  • Statisk frágreiðing samb. BK17
  • Lýsing um atkomuviðurskifti samb. BK17

Umbygging, viðlikahald og útskifting

  • Umsókn
  • Frágreiðing um hvat arbeiðið umfatar
  • Tekningar (sí “TEKNINGAR”)
  • Útrokningar samb. BK17 ella byggisamtykt (Lønsemisútrokningar, U-virðir og linjumissur. Statiskar útrokningar kunnu krevjast.)
  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí eisini “BRUNAVIÐURSKIFTI”)

Broytt nýtsla og afturatbygging

  • Umsókn
  • Frágreiðing um hvat arbeiðið umfatar
  • Tekningar (sí “TEKNINGAR”)
  • Útrokningar samb. BK17 ella byggisamtykt (Orkukarm, u-virðir, linjumissur og hitamissur. Byggi- og nýtlustig. Statiskar útrokningar kunnu krevjast.)
  • Lýsing av brunavirðurskiftum samb. BK17 (sí “BRUNAVIÐURSKIFTI”)
  • Støðumynd
  • Flatmyndir
  • Síðumyndir við lendirviðurskiftum
  • Tvørskurður við tilfarsfrágreiðing
  • Kloakkætlan
  • Brunaætlan
  • Sermyndir um neyðugt

Allar tekningarnar skulu vera mátsettar (í millimetrum), við øllum høvuðsmátum, stakmátum og lutmátum og vera í vanligum mátlutfalli; tað er 1:5, 1:10, 1:20, 1:50, 1:100, 1:200, 1:500, 1:1000.

Allar tekningar skulu vera mátfastar og vera A4/A3. Tvs. At man kann taka mát av tekningum á papíri, um tekningin verður printað út.

Í sambandi við afturat-, uppí- og umbygging umframt broytta nýtslu skulu tekningar lýsa verandi og komandi støðu.

Støðumynd

Støðumynd, sum vísir, hvussu sethús, bilhús, úthús, bilstøðil og innkoyring eru staðsett á stykkinum og upplýsir hæddarvídd (t.d. nýtslustig eisini), byggistig og hæddar- og fráleikaviðurskifti.

Byggilinja, høvuðsmát, stakmát og lutmát av grundøkinum og bygningum, skulu vísast á støðumyndini.

Vísast skal, hvar innleggingar koma inn á grundøki s.s. kloakk og vatn.

Upplýst á støðumyndini skal, vera:

  • Grundøkjaánari
  • Matr. nr.
  • Gøtunavn og nr.
  • Vídd á grundøkinum
  • Vídd á húsum
  • Byggistig
  • Nýtslustig
  • Norðpílur

Vanligt mátlutfall; tað er 1:200 ella 1:500, alt eftir hvat slag og stødd av bygningi, talan er um.

Flatmynd

Flatmynd av øllum hæddum, sum vísir, hvussu húsini eru innrættað. Eisini skal uppgevast, hvat rúmini eru ætlað til. Øll høvuðsmát, stakmát og lutmát, skulu vísast á flatmyndum.

Hurðabreiddir í atkomu- og tilhaldshæddum skulu frámerkjast. Dømi: M9.

Vindeygu, ið lúka treytinar fyri bjargingaop, skulu frámerkjast “BO”.

Inniluftsviðurskifti, náttúrligt luftskifti / mekaniskt luftskifti, skulu lýsast og frámerkjast.

Vanligt mátlutfall; tað er 1:50 ella 1:100, alt eftir hvat slag og stødd av bygningi, talan er um.

Síðumyndir

Tekningar av útsíðum á bygningi, ið vísa, hvussu bygningurin sær út og stendur á lendinum.  Hæddarviðurskifti á verandi og komandi lendi, skulu vísast.

Vindeygu, ið lúka treytirnar fyri bjargingarop, skulu frámerkjast “BO”.

Vanligt mátlutfall; tað er 1:50 ella 1:100, alt eftir hvat slag og stødd av bygningi, talan er um.

Tvørskurðir við tilfarsfrágreiðing

Tvørskurðir við tilfarsfrágreiðing og planeringshædd. U-virði skulu lýsast saman við frágreiðingini.

Tvørskurður skal lýsa byggihátt, hvussu húsini eru uppbygd, hæddir á rúmum og øll hæddarviðurskifti av bygningi, lendi og vegi, skulu eisini lýsast. Øll høvuðsmát og kotur saman við stakmátum og lutmátum skulu vísast á tvørskurðinum. Takhall skal eisini lýsast.

Planeringhædd verður ásett við atliti til verandi lendi og veg. Tá planeringshæddin á stykkinum er ásett, skulu byggimyndugleikarnir sýna og góðkenna hæddina.

Vindeygu, ið lúka treytinar fyri bjargingaop, skulu frámerkjast “BO”.

Vanligt mátlutfall; tað er 1:20, 1:50 ella 1:100, alt eftir hvat slag og stødd av bygningi, talan er um.

Kloakkætlan

Kloaktekningar, sum vísa spill- og regnvatnsleiðingar, septiktanga og brunnar við frágreiðing um rør, brunnar og hall á rørum v.m. Vatnleiðingin skal eisini teknast inn.

Til større bygningar skal ætlan um avvatning eisini lýsast.

Kommunale byggimynduleikin átekur sær at leggja vatnleiðingina, Ø32 mm rør og stopkrana í húsum.

Kloakkætlanin er tvíspor, t.v.s. at spillvatn verður leitt fyri seg og regnvatn fyri seg. Spillvatn er alt inni frá bygninginum, vesi, bað og køki. Regnvatn er alt yvurflatuvatn og drenvatn uttanfyri bygningin.

Øll rør og annað í jørð skulu verða úr PVC ella góðkendum plastrørum, í góðskuflokki S. Septik/rot-tangi skal vera goðkendur. Rør í jørð skulu vera minst Ø110 mm. Rørleiðingar skulu í minsta lagi hava eitt hall á 15 ‰, dren kann leggjast við 3-5 ‰.

Ánari hevur skyldu til at boða kommunala byggimyndugleikanum frá, áðrenn kloakkin verður tyrvd. Hetta er sera týdningarmikið, tí á henda hátt kann byggimyndugleikin koma á staðið at sýna kloakkina, áðrenn tyrvt verður.

Kloakkætlanin skal teknast inn í støðumynd og viðkomandi flatmyndir.

Vanligt mátlutfall; tað er 1:50, 1:100, 1:200 ella 1:500, alt eftir hvat slag og stødd av bygningi, talan er um.

Brunaætlan

Brunatekningar sambært krøvunum í FBR17. Brunaverjur, roykvarnarar, bjargingarop og rímingarætlan skulu vísast, saman við frámerking. Sí eisini BRUNAVIÐURSKIFTI.

Brunaviðurskiftini kunnu samantvinnast við æðrar tekningar.

Sermyndir

Sermyndir (detaljir), ið lýsa nágreiniligt byggihátt, tilfar og hvussu bygningurin verður tryggjaður, kunnu krevjast.

Vanligt mátlutfalli; tað er 1:5, 1:10 ella 1:20, alt eftir hvat slag og stødd av bygningi, talan er um.

Kommunurnar er skipaðar í fleiri øki við ymiskum ásetingum um t.d. byggistig, hæddir o.a. Meiri kunning um hesar ásetingar eru at finna á heimasíðunum hjá ávísari kommunu “Leinkjur er niðast”.

Byggistig

Byggistigið er lutfallið millum víddina á húsinum og víddina á grundøkinum.

Dømi:

Grundøkið er 500 m2

Húsini eru 120 m2

Byggistig er 120 / 500 = 0,24

Nýtslustig

Nýtslustigið er lutfallið millum samlaðu gólvvíddina á øllum hæddum í húsunum og víddina á grundøkinum. Allar hæddir verða roknaðar við í nýtslustigið.

Loftið verður bert roknað uppí gólvvíddina við eini vídd, sum liggur í planskurði 1,5 m omanfyri yvirkant gólv, roknað til uttaru síðu á takinum.

Dømi:

Grundøkið er 500 m²

Kjallari er 120 m², miðhæddin 120 m²

og loftið 70 m² til víddar

Nýtslustigið er 310 / 500 = 0,62

Allir bygningar skulu gerast, innrættast og vera úr tílíkum tilfari, at teir til eina og hvørja tíð geva nøktandi trygd móti eldi, og at eldurin ikki breiðir seg til aðrar bygningar á sama grundøki og til grannabygningar.

Bygningar skulu til eina og hvørja tíð geva fólki, sum eru inni, góða trygd og góðar møguleikar at sleppa til rýmingar, tá eldur er í. Góðar umstøður skulu somuleiðis vera at bjarga fólkum og djórum út, umframt at sløkkja eld.

Góð ráð eru, at úthurðar skulu hava knarva innan, so til ber at læsa upp við ongum lykli; at hava eldsløkkjara og brandteppi; at hava stiga og/ella reip á loftinum.

Bjargingarop

Bygningar skulu gerast soleiðis, at bráðflyting verður løtt og trygg umvegis rýmingarleiðir ella beinleiðis út. Bráðflyting skal vera út á lendið ella til eitt trygt stað í bygninginum, haðani ótarnað slepst út og burtur frá bygninginum.

Øll búrúm (køkur, stova og kømur) skulu, umframt vanligu útgongina, hava minst eitt bjargingarop.

Bjargingarop skulu ómakaleyst kunna latast upp, so at fólk og bjargingarfólk bæði sleppa út og inn uttan forðingar.

Bjargingarop skulu í minsta lagi vera 60 cm høg (h) og 50 cm breið (b). Tilsamans skulu hædd og breidd ikki vera minni enn 150 cm. Um hæddin er minni enn 200 cm frá lendi, kann hæddin á bjagingaropinum vera 50 cm. Hæddin frá gólvi og upp til bjargingarop skal ikki vera hægri enn 120 cm.

Bjargingarop eru vindeygu, dyr og lemmar í útiveggi og tekju, har fólk kunnu bjargast, og har eisini bjargingarfólk sleppa inn.

Hvør bústarðareind skal gerast við innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnarum ella skipan av samanbundnum roykvarnarum, sum er íbundin elveitingini umframt at hava battarí.

Trappur og skilagólv

Í húsum við 2 hæddum og kjallara, skal kjallarin vera sjálvstøðug brunaeind. Skilagólvið yvir kjallara eins og berandi bygningslutir inni í kjallara skulu vera í minsta lagi úr BD60 húsaluti.

Trappa millum kjallara og ovaru hæddina skal vera skilað frá aðrari hæddini við í minsta lagi BD60 húsaluti og við hurð, sum í minsta lagi er BD30 hurð.

Orkukarmur skal skjalprógvast. Útrokningar av yvirførslumissi, linjumissi og U-virði skulu eisini skjalprógvast. U-virði skulu lýsast í tilfarsfrágreiðing á tekningstilfari.

Orkutørvurin skal roknast við forritinum Be15, sum er partur av SBi.

Orkukarmurin samb. BK17, sum er galdandi fyri viðkomandi bygning, skal vera upplýstur í “Kommentarer” í Be15. Dømi: Er talan um sethús við eini upphitaðari gólvvídd á 150 m2, er orkukarmurin: (70+2200/150) = 84,66 kWh/m2/ár.

Tilvísing til tær tekningar, ið orkutørvsútrokningin er grundað á, skal vera nágreinað í “Kommentarer” í Be15.

Orkutørvsútrokningar skulu vera í samsvari við verkætlanina, sum byggiloyvi verður givið til.

Upplýsningar um inniluftina, náttúrligt luftskifti/ mekaniskt luftskifti.

Góðkend trýstroynd av húsunum skal sendast til kommununa, áðrenn húsini verða tikin í nýtslu.

Upplýsningar um inniluftina, náttúrligt luftskifti/ mekaniskt luftskifti. Skjalprógv kunnu krevjast. Statiskar útrokningar, um neyðugt.

Møgulig frávik í byggisamtyktini, skulu upplýsast í umsóknini.

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri upplýsingar og/ella tekningar, um hetta er neyðugt, fyri at kunna viðgera umsóknina um byggiloyvi.

Umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum gerast skal, og hjálagt skulu vera allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina.

Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli, soleiðis at kommunali byggi­myndug­leikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.

Slóð til LV “Formkrøv til umsóknartilfar

Teksturin er vegleiðandi! Broytingar og/ella ískoytir kunnu koma fyri.